Ókenda laksasjúkan, sum herjar í Suðurnoregi, ger, at laksafiskarar mugu avlíva allan villlaksin, teir fáa á húkin, og enn veit eingin, hvør gátuføra sjúkan er. Sjúkur og deyður laksur við sárum á finnunum og bløðingum í húðini undir búkinum eru seinastu vikurnar veiddir og funnir í einari røð av áðum í Suðurnoregi.
Laksafiskarar kring um í Noregi, sum plaga at fiska í áunum, eru rættiliga órógvaðir, og nú er líkt til, at líknandi sjúkueyðkenni, sum eru staðfest í Suðurnoregi, eisini eru at síggja í svenskum og donskum áðum. Tað er tó ikki vist, at talan er um somu sjúku, sum nú ger um seg í Suðurnoregi.
Jan Sørensen, sum er ein av norsku laksafiskimonnunum, sigur seg við NRK stúra fyri, at sjúkan kann oyða ein heilan villlaksastovn. - Er sjúkan smittandi, kann jú allur stovnurin um hesar leiðir doyggja út, heldur hann. Tí verður eisini allur fiskur, sum verður veiddur og sum kann vera sjúkur, tikin upp á land, soleiðis at hann ikki smittar annan fisk.
Ein annar norskur laksaveiðimaður, Petter Dønnestad, sigur seg hava fingið fýra frískar laksar í Tovdalsánni, men fyri nøkrum døgum síðan varð eisini sjúkur laksur fingin her. Hann stúrir fyri, at talan erum somu sjúku, sum herjar í Suðurnoregi.
##med2##
- Hetta er ein gáta og sjúkan, sum laksurin er fongdur við, líkist ikki øðrum sjúkum, eg áður havi sæð í laksi. Sum heild, plagar laksurin um hesar leiðir ikki at vera sjúkur, sigur Petter Dønnestad.
Sambært NRK er framvegis ikki greitt, hvør sjúkan er, sum laksurin í Suðurnoregi er fongdur við. Norska Matvørueftirlitið og Veterinerstovnurin arbeiða við at finna út av sjúkuni, og roynt verður eisini at finna út av, um sjúkan smittar. Men, enn eru myndugleikarnir ikki komnir undir land við hesum arbeiði.