Ensk feløg skylda nógv mest

Ensku fótbóltsfeløgini eiga heili 56 prosent av fótbóltsskuldini í Europa

Enska blaðið, The Guardian prentaði í vikuni eina frágreiðing, sum byggir á fíggjarstøðuna hjá teimum 732 feløgunum, sum hava UEFA-lisens.
Frágreiðingin vísir, at samlaða skuldin hjá teimum ensku feløgunum er 30 miljardir krónur. Hetta hóast tey ensku feløgini hava tær størstu sjónvarpsinntøkurnar.
Tølini í frágreiðingini stava frá roknskapunum í 2007 og 2008. Frágreiðingin umfatar ikki West Ham og Portsmouth, sum ikki hava UEFA-lisens, orsaka av einari vánaligari fíggjarstøðu.
Alt talar fyri, at tølini eru økt síðani 2008. Í frágreiðingini skrivar UEFA-forsetin, Michel Platini, at heilsustøðan hjá europeiskum fótbólti, er ikki góð.
Platini hevur áður lagt eitt uppskot fram um tað, sum hann nevnir ”fíggjarligt fair play”, sum skal tryggja, at tey europeisku feløginini bara hava ta inntøkuna, sum tey sjálvi hava forvunnið.
Peikifingurin verður serliga rættaður ímóti Manchester United og Liverpool, sum hava 10 miljardir krónur í skuld, tí hesi hava útlendskarar eigarar.
- Okkurt má gerast fyri, at feløgini skulu klára seg. Tey ensku feløgini hava stórar inntøkur, men hava samstundis eina stóra skuld, sigur aðalskrivarin hjá UEFA, Gianni Infantino. - Tá ein lænir fyri at keypa fótbóltsspælarar, so fært tú trupuleikar við at fáa tamarhald á skuldini, tá tú ikki sleppur at lána meir, sigur Gianni Infantino við The Guardian.