- Enska málnýtslan er eitt mótafyribrigdi

Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur, meinar, at enska málnýtslan hjá børnum og ungum fer at hvørva, tá tey gerast eldri

Meðan summi eru ørkymlað um, at enskt trokar seg meir og meir inn í føroyska málið og stúra fyri framtíðini, eru tað onnur, ið velja at síggja avbjóðingina frá einum øðrum sjónarhorni. Jógvan Í Lon Jacobsen, professari í málfrøði, heldur, at tað verður gjørt í so nógv av stúranini um ensku ávirkanina.

 

Ein av orsøkunum til hetta er, at hann sær ensku málnýtsluna sum ein málsligan atburð, sum er knýttur at ávísum aldri. Hann vísir á, at børn og ung ofta brúka ensk orð í sínum føroyska máli, tí tað er smart og nýmótans.

 

- Tann enska málnýtslan er í rættiliga stóran mun knýtt at teimum ungu og børnunum, tí tað nettupp er eitt mótafyribrigdi í hesum aldursbólkunum. Tað er onkursvegna smart at brúka ensk orð sum barn og ungur, men tá tey verða eldri, sleppa tey hesum, tí tá síggja tey, at aðrir normar fyri føroyska málið eru galdandi. Tá merkja tey, at hesin mátin at brúka málið uppá ikki er tann rætti, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.

 

Hann heldur, at ein av orsøkunum til ensku málnýtsluna hjá børnum og ungum er, at enskt í teirra huga hevur tign á nøkrum økjum, tí føroyskt ikki er til har. Hetta er serliga galdandi á netinum, í telduspølum, teldlum og fartelefonum, har skipanirnar og kunningin ofta er á enskum.

 

- Enskt umboðar her tað, sum er nútímans, og nútímans er tað, sum hoyrir til tað nýggjasta á sínum øki. Tað at fylgja við tíðini er í sjálvum sær jaligt. Tað øvuta er at vera gamaldags, og tað vil eingin vera, serliga ikki børn og ung, segði hann til Seturskjakið.

 

Les eisini: Enskt tykist fingið ein hægri standard millum ung

 

Jógvan í Lon Jacobsen vísir eisini á, at spurningurin um ávirkanina av enskum í føroyska málinum hevur nakað at gera við tign og málsligan økismiss. Les meira um hetta í Vikuskiftis Sosialinum.