Øll fótbóltsáhugað eru samd um, at Ongland spældi út av lagi illa móti Algier, og broytingar máttu til av teirri einfaldu orsøk, at Jamie Carragher er leikbannaður. Í hansara stað kemur Matthew Upson inn.
Men eisini aðrar broytingar verða í mun til dystin móti Algier. Emile Heskey fekk ikki afturval, og í hansara stað skal so Jermain Defoe leika, og á miðvøllinum kemur James Milner inn fyri Aaron Lennon.
Sum øllum kunnugt er hetta ein dystur, sum Ongland má vinna, skulu teir víðari í HM kappingini. Capello hevur blandað kortini av nýggjum, og so fáa vit at síggja um ein tíma, um Ongland kemur sær víðari, ella teir mugu fara heim í vanvirðing.
Enska liðið:
David James ? Glen Johnson, John Terry, Matthew Upson, Ashley Cole ? James Milner, Gareth Barry, Frank Lampard, Steven Gerrard ? Wayne Rooney, Jermain Defoe