Enski HM hópurin úttikin

Roy Hodgson hevur úttikið 23 mans til HM hópin hjá Onglandi

Tað er áleið ein mánaði til HM byrjar í Brasil. Í dag hevur enski landsliðsvenjarin sett nøvn á teir 23 spælararnar, sum skulu við til HM endaspælið í Brasil.

 

Eitt av stóru nøvnunum, sum situr eftir í Onglandi verður vinstri bakkurin hjá Chelsea, Ashley Cole. Hann hevur lufta takan um at gevast á landsliðnum, eftir at tað gjørdist greitt, at hann ikki slapp við.

 

Eisini Michael Carrick, miðvallarin hjá Manchester United, er ikki úttikin. Heldur ikki Andy Carroll verður við á landsliðnum í summar. Hann tapti kappingina móti Southampton framherjanum, Ricki Lambert.

 

Millum teir 23 eru eisini Jack Wilshere og Alex Oxlade-Chamberlain, sum báðir hava havt trupulleikar við skaðum. Roy Hodgson hevur tó víst teimum álit og tikið teir við.

 

Teir 23 eru:

 

Málverjar: Joe Hart (Manchester City), Ben Foster (West Bromwich Albion), Fraser Forster (Celtic).

 

Verjuspælarar: Leighton Baines (Everton), Gary Cahill (Chelsea), Phil Jagielka (Everton), Glen Johnson (Liverpool), Phil Jones (Manchester United), Luke Shaw (Southampton), Chris Smalling (Manchester United).

 

Miðvallarar: Ross Barkley (Everton), Steven Gerrard (Liverpool), Jordan Henderson (Liverpool), Adam Lallana (Southampton), Frank Lampard (Chelsea), James Milner (Manchester City), Alex Oxlade-Chamberlain (Arsenal), Raheem Sterling (Liverpool), Jack Wilshere (Arsenal).

 

Framherjar: Rickie Lambert (Southampton), Wayne Rooney (Manchester United), Daniel Sturridge (Liverpool), Danny Welbeck (Manchester United).

 

Á bíðilista: John Ruddy (Norwich City), Jon Flanagan (Liverpool), John Stones (Everton), Michael Carrick (Manchester United), Tom Cleverley (Manchester United), Andy Carroll (West Ham United), Jermain Defoe (Toronto FC).