Enskt møti í Evangeliihúsinum í Havn

Komandi leygarkvøld verður skipað fyri enskum møti í Evangeliihúsinum í Havn. Hetta er til frama at samla so nógvar útlendigar sum møguligt at hava tað hugnaligt saman og deila Guds orð.

Roynt verður at gera tað so ótraditionelt sum møguligt, so at øll kunnu trívast á møtunum. Her verður nógvur sangur og eisini verður indiskur dansur framvístur. Eisini verður solosangir og vitnisburðar.

Hetta verður ein fastur táttur eina ferð um mánaðin. Stella Zachariassen, sum hevur tikið stig til hetta, kemur at deila eitt orð eisini. Aftaná verður kaffimunnur og annað gott at fáa.

Hetta tiltak er fyri øll, men alt gongur fyri seg á enskum. Byrjað verður leygarkvøldið 13. september kl. 20 í Evangeliihúsinum í Havn, siga fyrireikararnir.