Enskur fótbóltur ger comeback í SvF

Fótbóltur: Leygardagin fer SvF undir at senda enskan fótbólt aftur, men longu nú hevur óvissa tikið seg upp um komandi kappingarár

Leygardagin verður enskur fótbóltur aftur á skránni hjá Sjónvarpi Føroya, og føroyingar fáa nú aftur høvi at fylgja við avrikunum hjá stóru ensku feløgunum í heimligu kappingini.

SvF fer í vetur at senda enskar dystir leygardag klokkan 15.00, og tey, sum hava áhuga fyri enskum fótbólti, kunnu eisini gleða seg til, at sendingin Mál, mál, mál, har brot úr øllum teimum ensku dystunum verða víst, aftur verður at síggja á skíggjanum hvørja viku.

SvF hevur gjørt sáttmála við ensku fyritøkuna CSI, sum eigur rættindini til sjónvarping av enskum fótbólti, og sáttmálin umfatar bæði landskappingini og steypakappingina FA Cup. SvF hevur tryggjað sær rættindini at senda FA Cup finaluna, sum er mest virda steypafinalan í heiminum, beinleiðis, tá hon verður einaferð í mai mánaði næsta ár.

24 landskappingardystir verða vístir í vetur, og tann fyrsti, sum er millum Blackburn og Chelsea, verður nú leygardagin.


Óvissa um komandi kappingarár

Longu nú hevur óvissa stungið seg upp um, hvussu tað verður við enskum fótbólti í SvF næsta kappingarár. Franska rásin Canal+ hevur júst keypt rættindini til at sjónvarpa frá ensku kappingini fyri ikki minni enn 1,2 milljard krónur, og spurningurin er so, hvat franska rásin hevur í kvittanum.

Norðurlendsku rásirnar eru í døpurhuga um hetta keypið, tí tær óttast fyri, at Canal+ fer at selja dystirnar úr Englandi so dýrt, at tað verður ikki hugsandi at keypa teir.

Í DR siga teir, at um Canal+ ásetur ein ov høgan prís, fara danir ikki at síggja enskan fótbólt komandi kappingarár, og nakað av grundarlagnum verður samstundis tikið undan tiltiknu sendingini Tipslørdag, sum danir hava hugt eftir í nógv, nógv ár.

SvF samráðist beinleiðis við felagið, sum hevur rættindini til enskan fótbólt, og í SvF siga tey, at fyrimunir eru við hesum, tí SvF á hendan hátt fær rættindini til at senda fleiri dystir enn eitt nú DR.

Heldur ikki í føroyska sjónvarpinum hava tey nakra hóming av, hvat Canal+ fer at selja dystirnar fyri.

Tey vóna tó, at Canal+, eins og CSI, fer at taka hædd fyri, at føroyski marknaðurin er sera lítil, og at møguleikin fyri nøkrum stóru vinningi av søluni harvið ikki er til staðar.