Marin Katrina Frýdal
valevni Tjóðveldisflokksins til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu
??????
Kommunan eigur beinanvegin at taka annað skinn um bak og raðfesta trivnaðin hjá nýbyggjarafólkum í fremstu røð. Tann ótarnaði entreprenør politikkurin kann ikki halda áfram, har tað er byggiharrin, ið hevur stýringina, buktina og báðar endarnar.
At seta føtur undir egið borð er ein íløga fyri lívið, og í høvuðsstaðnum er hetta serstakliga dýrt. Ein familja má seta seg í skuld fyri langt omanfyri milliónina; og er tað ein skuld, ið húskið kemur at merkja restina av lívinum. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at fortreytirnar um bústaðin, eru so góðar og fullkomnar sum gjørligt, soleiðis at familjan fær fulla gleði av hesi stóru íløgu. Tað er týdningarmikið, at húsa-ognin er nakað, tú gleðist um og trívist í. Fyri flestøll gerst íløgan í bústaðin eisini hornasteinurin í okk-ara privatbúskapi. Hesir bústaðir skulu standa eftir okkum sum varðar til komandi ættarlið at taka yvir.
Tað er kommununar ábyrgd at seta karmarnar, m.a. at:
-atlit verða tikin til byggilistarliga og byggitekniska dygd
-atlit verða tikin til náttúruna, umhvørvið og uttandura umstøðurnar
-atlit verða tikin til sosialan trivnað og tørv
-atlit verða tikin til góðar ferðsluloysnir
Vit síggja nýggjar gøtur uppi á Løgmannabreyt, har støðan viðv. parkering ikki er øðrvísi enn í J. Paturssonargøtu ella í Krossgøtu, har raðhúsini vórðu bygd fyri umleið 40 árum síðani, áðrenn vanligt varð við bili í hvørjum húsi, og tískil heldur eingi parkeringspláss.
Aðrastaðni við Løgmannabreyt eru langar røðir av raðhúsum, har tað er so illa frágingið uttandura, at ein øtast. Avgrevsturin er lagdur sum eitt stórt fjall árakað mønuna á húsunum. Hettar myrkir inni, og hyggur ein út ígjøgnum vindeygað, sær ein beint inn í henda skráan. Arbeiðið er so óvanda frágingið, at ógjørligt er at koma afturumaftur við amboðum.
Og upp aftur onnur, í sama nýbygda býarparti, klaga um støðugt raman kloakdeym.
Um kommunan ikki beinanvegin tekur annað skinn um bak og raðfestir trivnaðin hjá hesum nýbyggjarafólkum í fremstu røð, ja, so heldur tann ótarnaði entreprenør politikkurin áfram, har tað er byggiharrin, ið hevur stýringina, buktina og báðar endarnar. Hetta fyri stuttskygdan løtuvinning. Tað kann ikki vera meiningin, at tað eru tilvildar-ligir entreprenørar, ið uttan nøktandi stýring, seta dagsskránna fyri nýbygging í býnum.
Latið entreprenørarnar fáast við tað, teir eru dugnaligir til, men latið okkum fáa dygdargóðar, vælskipaðar karmar til teirra at virka undir. Tað er politiski myndugleikin í býráðnum, ið eigur at seta dagsskránna og karmarnar fyri bústaðarbyggingina í kommununi. Og tað er ábyrgdin hjá sama býráði, at kommunala fyrisitingin hevur eina vælskipaða býarplanlegging og eitt dygdargott byggieftirlit.
Eisini er tað undrunarvert, at kommunan nýtir útlendska ráðgevarafyritøku til býarplanlegging av Suðurstreymoy, heldur enn at nýta høvið at menna føroyskan førleika á málsøkinum.
Tjóðveldisflokkurin setir høg krøv til nýggjar útstykkingar, har góð bústaðarviðurskifti og trivnaður verða sett í hásæti.