Skulptururin, sum kendi skulpturkunstnarin Jens Galschiøt hevur gjørt ímyndar eitt epilepsiherðindi. Skulptururin er 2 metrar høgur, hevur long og krókut bein við einum holutum kupli av 100 andlitum formað á ymiskan hátt. Kupilin er holutur, so ein kann koyra høvdið upp í kupilin og við at gera okkurt ljóð fáa eina rúgvu av plasmaplátum til at lýsa.
Epilepsiherðindi útloysist av ov nógvum aktiviteti í heilanum, sum fær samskiftið millum heilakyknurnar til at fara í koks, so kroppurin ávirkast við einum epileptiskum herðindi. Tað er hetta skulpturin skal myndlýsa.
Listamaðurin Jens Galschiøt sigur um kupilin við øllum andlitunum:
Øll andlitini eru tey mongu, bæði kend og minni kend fólk, ið hava epilepsi. Hann vísir á persónar sum Moliére, Dostojevskij, van Gogh, Villy Søvndal, Herman Bang, Per Kirkeby og Prince, sum høvdu ella hava havt epilepsi í styttri ella longri tíð.
Tá ein hugsar um tað, hesi søgulig fólk við epilepsi hava givið umheiminum, og eisini tað tey vanligu menniskju við epilepsi geva teirra umhvørvi, so vildi verðin verið trist og keðilig, uttan tey, sigur Jens Galschiøt.
Jens Galschiøt vónar, at tá fólk hava roynt henda skulpturin, at tey vilja hugsa um onkran, tey kenna, ið hevur epilepsi. Tað eru nemliga umleið 400 fólk, ið hava epilepsi í Føroyum.
Øll eru vælkomin at royna henda skulpturin.