Eplafestivalurin er ein familjudagur

Eplafestivalur verður í Trøðum á Sandi í morgin, leygardagin 28. september.

 

 

Eins og undanfarin ár, verður Eplafestivalurin ein rættiligur familjudagur við nógvum ymiskum á skrá í hugnaliga bygdalagnum í Trøðum. Tiltøkini byrja klokkan 10, tá fleiri sølustøð fara at selja, og her kann keypast bæði grøði, kjøt og ymiskt annað forkunnugt.

Klokkan 10 letur eisini Djóragarður upp í Skemmuhúsunum, samstundis sum listabarnatiltak verður á Verkstaðnum. Mótaframsýning verður klokkan 11 á Hoyloftinum í Miðstovuni.

Tíðliga seinnapartin – ja, longu klokkan 13 – verður gudstænasta á Hoyloftinum í Miðstovuni, og her verður tað Jákup Reinert Hansen, ið var prestur á Sandi ein mansaldur, sum fer at siga nøkur orð.

Klokkan 14 seinnapartin letur pubbin á Verkstaðnum hjá Jógvani Gubba upp, og tá verður eisini dokumentarfilmur við enskum undirtekstum. Tey, sum skipa fyri, eru Slow Food Føroyar, Føroya Náttúru-og Umhvørvisfelag og Elisabeth S. Olsen.

##med2##

Eitt stuttligt tiltak verður leygardagin klokkan 14. Hetta er ein afturvendandi neytalortakapping, sum B71 stendur aftanfyri. Í B71 siga tey, at her eru nógvir góðir vinningar at vinna.

Klokkan 15 er seinasta freist at lata inn til matkynsturkappingina.

Ein forvitnisligur pallborðsfundur um mjólkarframleiðslu verður klokkan 16. Hesin fundur verður í Hoyloftinum í Miðstovuni, og fyriskipari av pallborðsfundinum er Mat & Moldmentanarháskúlin.

Ester Kristiansen fer at syngja á Listasavninum klokkan 16.

Klokkan 17 verður tað, sum í skránni kallast Fræfrø(ð)i, sum er fræbýti og vitanardeiling um fræ. Hetta tiltak verður í fjósloftinum í Miðstovuni.

Vinnarin av Ársins Eplamatarkapping verður kunngjørdur klokkan 17, og klokkan 19 verður borðhald, sum Jens Petur Selfoss skipar fyri.

##med3##