Ovastu, politisku leiðararnir í danska ríkinum eru allir í Føroyum í hesum døgum. Í morgin verður ríkisfundur ímillum danska forsætisráðharran, løgmann og grønlendska landsstýrismannin. Í morgin verður eisini fundur í nýstovnaða samstarvsráðnum ímillum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum.
Men tá ið donsku umboðini fara av landinum aftur, verður grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede verðandi her í tveir dagar afturat.
Hann er komin til Føroyar í dag, men tá ið donsku stjórnarlimirnir eru farnir aftur, verður hann verandi her á almennari vitjan fríggjadagin og leygardagin.
Fríggjamorgunin hittast Múte B. Egede og løgmaður úti í Tinganesi. Eftir fundin vitjar grønlendski landsstýrisformaðurin Havstovuna, Vinnuháskúlan og Landssjúkrahúsið.
Leygardagin fyrrapart verður vitjað í høllini á Hálsi, har umboð fyri HSF fara at greiða frá, hvussu føroyskur hondbóltur er mentur. Á middegi vitjar grønlendski landsstýrisformaðurin í Løgtinginum, har løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, tekur í móti.
Seinnapartin vitjar landsstýrisformaðurin grønlendska húsið í Havn, har grønlendingafelagið skipar fyri móttøku fyri grønlendingum í Føroyum.
Múte B. Egede fer av landinum aftur mánamorgunin. Hann hevur verið landsstýrisformaður í Grønlandi síðani apríl 2021. Hetta er fyrstu ferð, at hann vitjar í Føroyum. Í mars í ár var løgmaður á almennari vitjan í Grønlandi.