Er afturfunnin í øllum góðum

Løgreglan leitaði eftir eini 15 ára gamlari gentu

Í nátt bað løgreglan almenningin um hjálp at finna eina 15 ára gamla gentu í Havn. Hon hevði verið saknað í meiri enn eitt samdøgur og tí vóru tey bangin um hana. Løgreglan sigur, at tey fingu fleiri fráboðanir, og nú boðar løgreglan frá, at gentan er komin afturíaftur í øllum góðum.