Er ein nettolønarmóttakari skattasvíkjari og ein samfelagsbyrða?

Tað var lítið hugaligur lesnaður í Dimmalætting í seinastu viku.

Enn einaferð verður ein samfelagsbólkur álopin og støðan lýst einans frá teirri einu síðuni.

Hesaferð eru tað vit føroyingar, ið hava okkara dagliga yrki hjá A. P. Møller – Mærsk A/S, ið vóru álopin.

Hesi fólk verða skírd at verða ein samfelagsbólkur, ið nassarar uppá almennu Føroyar, og eru hesum landi og fólki til byrðu.

 

Eg haldi tað er sera hugstoytt, at ein blaðmaður soleiðis fer undir at niður gera ein samfelagsbólk, og beinleiðis leggur eftir ein privatum arbeiðsgevara, uttan nakran form fyri rannsakandi journalistikk.

Maðurin endurtekur uttan at himprast, útsagnir frá einum dulnevndum yvirstýrimanni hjá A. P. Møller – Mærsk A/S.

Bara tað, at hesin maður sigur seg hava ringa samvitsku, við at verða í einari nettolønarskipan, far meg at ivast í trúvirðinum og álvarannum í greinini.

Eisini tað, at maðurin sigur seg at hava fingið í túsundavís av krónum, hann ikki heldur seg eiga – álvaratos, hví hevur hann søkt um tað?

Um maðurin liggur svøvnleysur av, at hava fingið hálvtannaðhundrað túsund krónur frá TAKS – ja so er at gjalda tær aftur.

Nei, tað ger maðurin ikki – heldur ger hann sær sjálvum – og sínum starvsfeløgum – fyri skommum í bløðunum.

Havi sjálvur siglt undir DIS í góð 20 ár, og kenni onki til, at TAKS bjóðar nøkrum fleiri tíggju-túsund krónur árliga.

Men havi ómaka mær at kanna málið. Tað finst ein kunngerð, ið áleggur TAKS at útgjalda “Samdøgurfrádrátt” til tey ið arbeiða uttanlands, tað verði seg á skipið ella á landi. Men onki fæst uttan skrivliga umsókn.

Í mínum hugaheimi hongur tað ikki rættuliga saman, at maðurin fyrst søkir um pening, hann ikki hevur samvitsku at taka ímóti. Tá so peningurin er komin á kontoina – og helst brúktur – at fara í fjølmiðlarnar, at gremja seg um samvitskubit.

 

At Dimmalætting skrivar, at reiðararnir við DIS skipanini fáa skattin, vísir bert enn týðuligari, at skrivarin ikki heilt hevur skilt hvat tað snýr seg um.

 

Í eini nettolønarskipan er ongin skattur - tað er sjálv kjarnan í einar nettolønarskipan.

DIS skipanin er ein nettolønarskipan, ið var samtykt og sett í gildi av danska fólkatinginum í 1988 og hevur verði í gildi síðani. Flest øll donsk reiðarí, skiftu tá frá fremmandum flaggi til DIS og Dannebrog.

Vit eru nógvir, ið byrjaðu at sigla í danska handilsflotanum, áðrenn henda skipan kom í gildi. Vit sum manning fylgdu tá við skipunum, og hava flestu okkara verði í DIS síðani.

 

Tað at skipini skiftu frá fløggum sum Panama, Liberia og øðrum hentleikafløggum og komu undir danskt flagg og fingu ein nettolønarskipan, førdi millum annað við sær at vit fóru 50-55% niður í løn. Hetta var ein roynd hjá Fólkatinginum at fáa danskar reiðarar, aftur at skráseta síni skip undir donsku flaggi.

Hví nevnir blaðmaðurin ikki, at vit faktisk sigla fyri hálva løn samanborið við starvsfelagar aðrastaðni – men sjálvandi, vit eiga tað vit fáa.

Sparingin hjá reiðaranum liggur í, at hann ikki skal gjalda okkum eina bruttoløn, har staturin fær helvtina, men eina nettoløn.

 

Hví skal leggjast eftir teimum fólkum, ið arbeiða undir hesari skipan – er tað ikki heldur politiska skipanin og politikararnir, ið leggjast skal eftir.

Hvør hevur skriva hasa kunngerðina tosa verður um?

Tað er mær vitandi ikki nakar av okkum, ið hava okkara dagligu gongd umborð á donskum farmaskipum.

 

Eg haldi, at tá ein blaðmaður á einum føroyskum blað, soleiðis niðurger, hunddálkar og skrivar mannminkandi um ein samfelagsbólk, eigur hann at hugsa um fylgjurnar.

 

Nú er tað einaferð so, at 99% av teimum persónum, ið arbeiða undir DIS skipanini hjá nevnda reiðaríi – og øðrum donskum reiðaríum – eru menn.

Tað er javnan – og serliga í samband við eina slíka grein – at makarnir hjá hesum monnum, eru fyri ágangi av starvsfeløgum og øðrum, ið einans vita tað um hesa skipan, ið skriva verður at øvundsjúkum journalistum, ið mangla tilfar at seta í eitt blað, ið eftir øllum at døma er komi á gravarbakka.

At her er talan um vánaligan journalistikk, er viðmerkingin hjá TAKS í seinasta vikuskiftisblaðnum hjá Dimmalætting, eitt talandi dømi um.

 

At ein blaðmaður leggur allar teir føroyingar, ið arbeiða hjá A. P. Møller – Mærsk A/S at verða brotsmenn, og meir alla minni óynsktir í egnum landi, hoyrir ongastaðni heima.

 

Um tað kann lætta sinni hjá hesum øvundsjúka blaðmanni, kann eg til stuttleika taka nøkur tøl fram.

 

Hjá A. P. Møller – Mærsk A/S – ið er stórsti privati arbeiðsgevari í Føroyum – starvast umleið 500 føroyingar.

 

A. P. Møller – Mærsk A/S flytur á hvørjum ári, út við eina kvart milliard til Føroyar í lønum. Hesir pengar fara beinleiðis í umfar í føroyska samfelagnum.

Hetta er ikki løn úr Landskassanum sum hjá so mongum øðrum “góðum” samfelagsborgarum.

 

A. P. Møller – Mærsk A/S keypir á hvørjum ári umleið 2.000 ferðaseðlar frá Atlantic Airways, ið hava eitt virði uppá umleið 5 milliónir.

Harafturat fær landskassin eina 150 túsund í ferðagjaldi av hesum ferðaseðlum.

 

Leggjast kann afturat, at líka nógvir føroyingar – helst fleiri – arbeiða hjá øðrum donskum, norskum og øðrum reiðarum við.

 

Lat okkum nú siga at hesin blaðmaður og aðrir samsintir skaðafuglar, fáa teirra vilja ígjøgnum, og at tað gerst ómøgulig hjá hesum monnum at arbeiða uttanlands.

Hvat gera vit, tá 1.000 vælútbúgvin fólk banka uppá dyrnar hjá ALS?

Har gjalda vit inn – umvegis danskan A-kassa – og eiga tí rætt til útgjald.

Hava vit nakað at bjóða hesum monnum? – jú teir kunnu taka arbeiðið hjá teimum fólkum, sum í dag sigla/arbeiða við undantaksloyvi. Tey verða uppsøgd – hvat er tá vunnið?

 

Tað kann eisini hugsast, at onkur av hesum monnum, ið frammanundan liva ein stóran part av teirra lívi uttanfyri Føroyar, taka tað seinasta stigi og flyta av landinum. Teir fara ikki einsamallir, men taka kanska 4-5 fólk við sær.

Er tað endamálið við hesari heksajagstran á henda samfelagsbólk?

 

Tað er ikki einans blaðmenn, ið halda lítið um okkum ið starvast undir DIS, FAS, NIS og hvat tað nú skal verða.

Tað er ikki meir enn góð vika síðani, at ein av okkara lokalu kommunalpolitikarum, segði seg ynskja allar hesar menn har pipari grør – teir vóru í øllum førum ikki vælkomnir í Sjóvar kommunu.

So veljarar í Sjóvar kommunu – havi hesa greiðu talu í huga, tá tit seta krossin tann 11. november.

 

At enda vil eg siga til tey, ið hava so ilt av okkum og okkara lívið – fari eftir bóltinum og ikki eftir manninum!

Vit eins og tit onnur royna at passa okkara arbeiðið og vilja fegnir hava frið til tað.

 

PS: Kanska blaðmaðurin hjá Dimmalætting vildi býtt um arbeiði við okkum, og soleiðis kunna tikið lut í tí “idylliska” arbeiðið tað er, at samla upp maskinbyrsukúlur frá sjórænarum?

 

 

Meinhard Jacobsen, Yvirstýrimaður, A. P. Møller – Mærsk A/S