Er føroyska flaggið hunddálkað?

Vit føroyingar hava altíð roknað okkum ímillum norðanlond. At vit hava ein standard innan øll lívsins viðurskifti á jøvnum føti við okkara grannar. Men verður hugt at, hvussu støða okkarar er innan sjóvinnu, so er veruleikin ein heilt annar

Sum smádrongur gekk eg so trúliga hvønn 25. apríl inn á Giljanes til flagdagshald. Lærdi um Merkið og at virða tað. Lærdi at tað hevði fullan altjóða rætt á havinum. At eitt føroyskt skip var ein partur av Føroyum.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir, hvussu ávís lond á IMO listanum Paris MoU(sonevnda svartalista) klára seg við Port State Control. Tøl yvir 1 siga at landið er á svartalista, tøl ímillum 0 og 1 siga, at tað er á gráa lista. Er talið undir 0, er landið hvítlista.

Ár199920002001200220032004200520062007Føroyar0.961,160,760,530,590,590,580,430,25Litava0,971,140,820,570,500,220,320,080,30Rusland1,651,371,040,670,380,320,180,22-0,17Kina0,02-0,18-0,55-0,61-0,67-1,00-1,23-1,60-1,75Isle of Man

0,14

-0,46

-0,68

-1,30

-1,38

-1,55

-1,56

-1,47

-1,51Marchall Islands

-0,71

-0,42

-0,18

-0,20

-0,46

-0,88

-1,21

-1,52

-1,42Danmark-0,89-0,80-1,08-0,75-0,75-0,95-1,31-1,44-1,49Noregi-1,01-0,90-0,90-0,82-0,87-1,04-1,37-1,43-1,35

Vanliga samanbera vit okkum við Danmark ella Noregi, men á yvirlitinum minna vit mest um ein fyrrverandi sovjetstat. Rusland og Kina eru komin upp á hvíta lista. Kina er nú millum heimsins bestu fløgg. Isle of Man og Marshall Islands eru lond, vit skulu kappast við, um vit ætla at fáa skip undir føroyskt flagg. Tey eru ímillum heimsins bestu fløgg í skipaskrásetingarhøpi.

Nú eru tølini bert tøk fram til 2007. Men við skipum eftirhildnum bæði her og har í løtuni er neyvan vón um bata.

Men hvussu er støðan í dag. Vit taka útlendingar umborð á føroyskt skip. Teir doyggja, tí vit ikki hava syrgt fyri at trygdin umborð er í lagi. Á okkara minningardegi fyri teim sjólatnu verða teir ikki tiknir upp á tungu. Vit taka útlendingar umborð á føroysk skip. Vilja ikki góðtaka, at teir eru manning. Geva teimum ikki mat, ljós og hita.

Sum støðan er í dag kann ein og hvør skráseta eitt skip undir føroyska flagginum. Lata tað liggja og rekast sum ein umhvørvisbumba í onkrari útlendskari havn. Eingin føroyskur myndugleiki tekur sær ábyrgdina.

Sum smádrongur gekk eg so trúliga hvønn 25. apríl inn á Giljanes til flagdagshald. Lærdi um Merkið og at virða tað. Lærdi at tað hevði fullan altjóða rætt á havinum. At eitt føroyskt skip var ein partur av Føroyum. Er tað ikki galdandi longur?