Tað var stuttligt og hugaligt, at tit blivu meistarar, ja, greipuvinnarar í ár.
Tað var stuttligt at síggja í sjónvarpinum, hvussu spent fólk vóru, og hvussu tað lætnaði fyri ondini og fyri hjartanum við, tá gullið gjørdist veruleiki.
Mitt í øllum stemninginum og gleðini, sum vit fleiri blivu eitt sindur smittaði av, bleiv eg keddur. Tá sjónvarpsmaðurin spyr ein av spælarunum, ein gull og greipuvinnara í ovastu fótbóltsdeild í Føroyum, sum eru fyrimyndir fyri hundratals børn og ungdómar, hvussu tit fara at “fejra” hetta, svarar hann: “Eg giti, við at drekka okkum fullar!”
Um viðkomandi veruliga meinti tað, hann segði, ella bara slongdi tað út, veit eg ikki.
Í øllum førum var tað ein sera keðiligur og skakandi boðskapur.
Álvara tos, er “fejring” blivið tað sama sum at drekka seg fullan, og so í “topp-ítróttarhøpi”? Vónandi “umboðar” hann ikki hópin av føroyskum ítróttarfólki, tí so er støðan álvarsom.
Eg hugsi tað var fyrr í ár, at ein av okkara bestu súkklarum var frammi í fjølmiðlunum og ávaraði móti tí vánaligu fyrimynd nógv av okkara bestu og kendastu ítróttarfólkum vóru. Í tí samrøðuni nevndi hann beinleiðis rúsdrekka.
Tí skal eisini mín vinarliga og álvarsama áminning til okkara fittu og dugnaligu ítróttarfólk verða:
“Verið heiðurligar, góðar og edrúiligar fyrimyndir fyri børn og ung – ja, fyri alt Føroya fólk”
Ítróttur og rúsdrekka hoyra ikki saman.
Við avhalds- og Blá Kross kvøðu.