Er felagið Rækjuskip eitt seriøst felag?

Vit ivast stórliga, tá ið vit lesa greinina hjá formanninum fyri felagið Rækjuskip í dimmu 5. jan 1999

Nýhugsan er neyðug

Har eru vit einigir.

At alt, sum ein partur leggur fram, er tað einasta rætta, - har eru vit ikki einigir.

Tað sum Maskinmeistarafelagið hevur lagt fram var eitt uppskot, ikki nakað krav.

Maskinmeistarafelagið sendi uppskotið til Føroya reiðarafelag/ Felagið Rækjuskip í summar og taka sum givið, at limirnir í felagnum Rækjuskip hava lisið uppskotið.

At limirnir í felagnum Rækjuskip, ikki hava svara uppá uppskotið, kann Maskinmeistarafelagið bert taka til eftirtektar. Viljan til nýhugsan kunnu vit so altíð kjakast um.


Føroyska samfelagið rindar

Formaðurin í felagnum Rækjuskip nevnir, at føroyska samfelagið rindar í dýrum dómum fyri at klekja maskinmeistarar. Tað er rætt at samfelagið rindar fyri maskinmeistaraútbúgvingina sum fyri allar aðrar útbúgvingar, sum kunnu takast í Føroyum.

Tað føroyska samfelagið rindar fyri so nógv annað eisini, tíbetur.


Vil felagið Rækjuskip stavnsbinda føroyskar sjómenn?

At ávís rækjuskip gera individuellar avtalur við maskinmeistarar, sum er betri enn galdandi sáttmáli, er bert at gleðast um. Men at blíva fornermaður yvir, at hesir maskinmeistarar fara aðrar vegir um eitt betri tilboð kemur, tá er formaðurin langt úti og óseriøsur.

Tá leggur formaðurin í felagnum Rækjuskip upp til, at stavnsbinda hesar maskinmeistarar.

Vit skriva hóast alt ár 1999 og ikki ár 1899.


Manningarskjalið

Formaðurin í felagnum Rækjuskip vil hava eins fáar maskinmeistarar umborð á føroyskum fiskiskipum sum í norskum fiskiskipum.

Sjóvinnufyrisitingin ásetur manningartalið og veruleikin er tann, at reiðarnir koyra 1 til 2 meistarar meira umborð enn manningarskjalið ásetur. Hví?

Er tað tí, at rationaliseringarnar hava viðført, at fleiri maskinur eru komnar umborð og maskinmeistararnir skulu viðlíkahalda hesar »rationaliseringarnar«?


At siga ósatt

At siga, at Maskinmeistarafelagið hevur nokta fyri at samráðast er ósatt. At tveir partar tosa saman og ikki blíva einigir, tað er ein heilt onnur søga.


Hvussu loysa vit trupulleikan

Tað kann bert gerast við seriøsum uppskotum og avtalum, sum báðir partar evna til. At koma við einum so óseriøsum skrivi, sum felagið Rækjuskip kemur við í Dimmalætting mikudagin 5. januar 1999, ger bert trupulleikan størri og er sera harmuligt.


Jógvan Nybo, formaður

Finnleif Guttesen, n.f.