? Er grundarlag fyri fólkatalinum og livistandardinum í Føroyum?

Røðan, sum Thomas arabo helt, tá løgmansrøðan var til viðgerðar á tingi

Stórur partur av tí politiska kjakinum í Føroyum snýr seg um okkara førleika og møguleikar at lívbjarga okkum á ein sømuligan hátt.

Snøgt sagt: »Er tað lívsgrundarlag her fyri tað fólkatal, ið er her og ikki minst tann livistandardin, ið vit hava«?

Fiskivinnan og aling er í dag tað stóra grundarlagið.

Hettar er einsamalt tó ov lítið - øll vita tað innast inni.

Nú er grundin at vóna at ein nýggja vinna kann taka seg upp, sum kann gerast stór - kanska ógvuslig - vil onkur siga. Tað er oljuvinnan.

Um rætt verður atborið so kann hettar bliva ein vinnuliga týðandi vinna uttan mun til um olja finst á føroyskum øki ella ikki.


Afturlítandi

Tað er nógv ið týðir uppá at vit í okkara oljupolitikki kunnu nýta royndirnar, ið eru gjørdar á umsitingarliga partinum á fiskivinnuøkinum.

Føroyskur fiskivinnupolitikkur hevur síðan í 70?unum haft tvær síður, eina innanríkispolitiska og eina uttanríkispolitiska.

Í 1985 bleiv stovnsett ein umsitingardeild til hesa vinnugrein, og vit hava í dag eina deild ella stýri sum uttanlanda er fakliga høgt í metum, og sum klárar seg væl úteftir og hevur stórt sæð eitt samt ting aftanfyri seg í teimum loysnum teir koma fram til.

At bylgjurnar ganga høgt innanlanda um fiskivinnupolitikk og umsiting, tað er í lagi og tað er treytin fyri demokratiinum.

Við oljuni verður tað tað sama.

Har verður ein uttanríkissíða og ein innanríkissíða.

Tað sum fyrst og fremst ræður um at vit hava eina professionella uttanríkissíðu, sum alt tingið bakkar upp og sum útheimurin respekterar.

Landsstýrið, ið sat frá 91 til 94 gjørdi eitt gott og grundleggjandi arbeiði í oljuspurninginum. Tað bleiv stovnsett ein sjálvstøðug umsiting, har bleiv sett ein oljuráðleggingarnevnd við einum formanni, ið hevði altjóða royndir og altjóða virðing.

Hettar virkaði væl og tey úrslit, sum eru rokkin eru takka verið hesari tilrættislegging.

Síðsta landsstýri gjørdi nakrar óhepnar broytingar í hesum við at skifta formannin í ráðleggingarnevndini út - eitt keðiligt signal úteftir - og at gera oljuumsitingina til part av aðrari umsiting.

Nú hava vit so fingið ein oljuministara burturav.

Hettar er positivt.

Fyri at geva okkara oljumálaráðharra møguleikar at gera eitt gott arbeiði og úteftir at vísa at vit leggja vekt á hettar málsøki eiga vit at venda aftur til gamla mynstrið, ein sjálvstøðuga, væl kvalificeraða oljuumsiting og eina virkna oljuráðleggingarnevnd. So hava vit møguleikan at fáa ein dynamiskan oljupolitikk við semju og respekt úteftir og eina vanliga demokratiska process og kegl innanlanda.

Soleiðis hevur tað verið í núverandi høvuðsvinnu okkara »fiskivinnuni«


Hvat kunnu vit vænta?

Einasta vit vita um olju við Føroyar er at tað er ein ávísur áhugi at fara undir leiting á økinum ímillum Føroyar og Bretland.

Er ein heppin so finst olja á okkara øki, men føroysk olja kemur ikki í »sølubúðirnar« tey fyrstu 10 árini.

Tað merkir at føroyskur oljupolitikkur fyrst og fremst má sikta eftir at fáa eina leiting at byrja og fáa sum mest burturúr á hesum øki.

At fáa sum mest burtur úr merkir ikki at vit skulu kráma so nógv til okkum gjøgnum protektionistiskar skipanir.

Nei, tað merkir at vit aktivt fara inn í vinnuna og klár aokkum so væl at vit kunnu fylgja við feløgunum út í heim í vetrarhálvárinum, tí virksemi við Føroyar verður summarvirksemi nógv ár framm.

Tað, sum nú ræður um, er at byrja leiting við Føroyar. Tað er skeivt at bíða eftir marknaðarloysnini, tí tá í markið er avgreitt verður eingin áhugi at leita í nánd av Føroyum.

Tað eru annars nógv mál sum troðka á.

T.d. skulu vit taka optión í loyvum ella part í loyvum?

Skulu vit hava alment ella hálvalment oljufelag við serrættindum? Skattaskipan, loyvistreytir o.s.fr.

Landsstýrið hevur sent eina ávegis tíðarætlan út. Er hon framhaldandi galdandi?

Hettar eru ting sum eiga at avklárast sum skjótast, so vit vísa eina framdrift í okkara oljupolitikki.


E.U. spurningurin

Sum nevnt er í løgmansrøðuni so hava vit tveir sáttmála við EU. Fiskivinnusáttmála og handilssáttmála.

Handilssáttmálin hevur ongantíð virka nóg væl. EU hevur ongantíð víst ein vilja at fáa hann at virka. Teir hava í tíð og úrtíð sett sokallaðar tekniskar forðingar í vegin.

Nú er EBS skipanin aftur á bana. Hon bleiv umhugsað fyri fleiri árum síðan. Tá hendi einki.

EBS avtala gevur ávísar fyrimunir fyri báðar partar.

Sum støðan er í løtuni so verða fyrimunirnri fyri hin partin nógv, nógv størri enn móttsatt. Her verður fyrst og fremst hugsað um oljuvinnuna.

Við einari EBS avtalu so avskera vit okkum frá øllum møguleikum at byggja nakað vinnulív grundað á oljuvirksemi.

Í dag hava oljufeløgini, ið skulu virka í Føroyum skyldu til at virka undir nøkrum treytum, sum føroyingar seta.

Vit kunnu við øðrum orðum skaffa okkum kappingarfyrimunir fyri okkara vinnu á sama hátt, sum EU, við tekniskum hindringum, skaffar sær fyrimunir fyri sítt vinnulív.