Sonni Jacobsen
Tey flestu av okkum antin smílast ella irriterast helst um pástandin og hugsa, um vit skulu taka hetta sum skemt ella um pástandurin er hugsaður sum álvara?
Um nú onkur gav okkum henda spurning í álvara, hvat kundu vit so svara? Hetta havi eg hugsa eitt sindur um. Tað fyrsta, mær rennur til hugs er, at vit lesa í bíbliuni, at Gud er bæði rættvísur og ópartískur "Gud ger ikki mannamun", sigur ápostulin. Ígjøgnum ein av gomlu profetunum sigur Gud eisini, at Hansara, altso Guds hugsanir, eru ikki okkara hugsanir. Sum himinin er yvir jørðini, eru Guds hugsanir hægri enn okkara. Tað vil við øðrum orðum siga, at Gud hevur ikki somu hugsanir um ting sum vit hava. Og hvussu kundi hann tað? Fyri tað fyrsta er Gud ikki bundin at umstøðum og tíð, eins og vit eru tað, Hann er, sum profeturin sigur tað, omanfyri alt okkara. Eisini kennir hann sannleikan um fólk, landastýri og søgu, fyri at nevna okkurt, sum vit t.d. mangan ikki gera. Tí eru hansara hugsanir ikki okkara hugsanir. Hann hevur eisini onnur motiv fyri sínum hugsanum enn vit. Hann er ikki bundin av t.d. stoltleika ella materiellum tingum, eins og vit eru tað.
Eg vil pástanda, at vit altíð mugu vera sera varin, áðrenn vit binda Gudi ætlanir og motiv upp á ermuna. Framanfyri nevndu grundirnar eru millum grundgevingar mínar, umframt aðrar grundgevingar, sum eg skal koma til.
Taka vit spurningin í álvara, skulu vit minnast til, at Gud er líka væl Gud fyri sambandsmonnum sum fyri loysingarmonnum. Gud hoyrir og lurtar eftir bønum frá báðum pørtum. Gud elskar ikki annan partin hægri enn hin og Hann svarar ikki øðrum partinum betri enn hinum. Gjørdi Hann tað, var Hann væl ikki rættvísur? Tá hugsi eg sjálvsagt ikki um ógudiligar politiskar skipanir, sum Gudi væl má standast við. Og tó, Gud elskar øll menniskju líka høgt, óansæð politiskan lit. Hann hevur skapt øll og tað er Hann, sum hevur givið øllum vit at hugsa og resonerað við. Summi brúka vitið at resonera seg til at vera loysingarsinnaður, summi brúka vitið at resonara seg til at vera sambandssinnaður. Báðir partar brúka vit og skil, sum Gud hevur givið teimum, og tó koma teir til heilt mótsætta niðurstøðu. Niðurstøðan er komin av umstøðunum og av lyndinum, sum aftur Gud hevur lagt í tann einstaka. Harvið er kortini ikki sagt, at allar hugsanir eru rættar og at Gud tekur undir við øllum. Frá bíbliuni vita vit, at Gud t.d. ikki tekur undir við nøkrum, sum er ímóti Hansara skrivaða orði, bíbliuni og tí kristnu læruni annars. Sum Gud sjálvur er høvundi at gjøgnum heilaga andan, talsmannin.
Um vit venda aftur til løgna pástandin. Kunnu vit siga, at Gud ikki vil, at føroyingar skulu vera saman við dønum? Hví skuldi Gud havt nakað ímóti dønum? Ella eru vit føroyingar so nógv betri enn danir? Er Gud ikki líka nógv Gud hjá dønum sum hjá føroyingum? Sjálvandi! Kanska er tað av kærleika, at Gud hevur latið okkum verið undir danaveldi? Vóru vit ikki undir danaveldi, er rættuliga vist, at vit vóru undir bretskum veldi, og teir hava ikki verið so fittir við sínar undirsáttar, sum danir hóast alt hava verið.
Nú sigi eg ikki, at vit skulu vera saman við dønum fyri hetta. Eg hugsi bara um áðurnevnda spurning.
Besta svari hvat Gud hugsar finna vit í bíbliuni. Gud læt seg føða inn í henda heim við menniskjanum Jesusi Kristi frá Nazareth. Gjøgnum Jesus síggja vit Guds lyndi og hugsunarhátt. Áhugavert er at leggja til merkis, at júst á teimum døgum, tá Gud gekk her á fold í kjøti og blóði í landinum Ísrael ella Palestina, var hetta land hersett. Tann hersetingin var nógvar ferðir meira karráð og hørð, enn vit her í Føroyum nakrantíð hava merkt frá danskari hond. Enn ikki í 1500 ella 1600 árunum. Danir hava t.d. ongantíð krossfest føroyingar, sjálvt um teir lótu nakrar hálshøgga, onkrar drukna og onkrar heingja. Men tað vóru vanliga brotsmenn, sum lógu slíka lagnu, og danir góðvu sínum egnu landsmonnum somu straff fyri somu gerð. Teir gjørdu soleiðis ikki missmun.
Vit lesa ongantíð, at Jesus blandaði seg upp í kjakið, hvørt Ísrael skuldi vera frítt frá rómverjum ella ikki. Hann mótmælti enn ikki, at teir skuldu gjalda skatt til rómverjar, sum vit lesa. Reint menniskjaliga tala, var nógv størri grund til at halda, at ísraelar skuldu vera fríðir frá rómverska jarnhælinum enn føroyingar frá dana floyðalshond, sum tað samanberandi kundi verið nevnt. Hugsa vit um munin, so var teirra trupulleiki veruligur, okkara trupulleikier er bert ein luksustrupulleiki aftur ímóti, tí vit hava jú í veruleikanum sjálvstýri og kunnu avgera flest øll mál sjálvi. Tað er væl saktans bert okkara stoltleiki og forfeingiligheit, sum vil hava, at vit skulu hava meir? Forkelaði og spilt er kanska rætta orðið? Hjá okkum er yvirvald dana ikki ein høttan ella kúðan, heldur er tað eitt trygdarnet. Danir taka ikki frá okkum, teir geva o.s.fr. Vóru danir veruliga harðir og karráðir, sum onkur vil vera við so ivist eg ikki í, at sjálvt Edmund Joensen hevði verið tjóðveldismaður! Men veruleikin er ein annar. Tíverri fyri onkran? Tí sigi eg: Hví skuldi Gud gramt seg um okkara støðu? Tað eru mong fólkasløg í heiminum sum verluliga hava tað ringt. Persónliga rokni eg við, at Guds kærleiksfulla hjarta gremur seg meira um hesi. Um hirðan stendur tað, at hann fór fyrst og fremst út at bjarga teimum, sum vóru í neyð. Teimum vælbjargaðu hevði hann ikki fyri neyðini at hugsa um her og nú. Tey høvdu tað jú gott. Sjálvur haldi eg, at vit passa betri til tey seinast nevndu.
Sum eg byrjaði at siga, so er hetta ikki hugsa sum ein støðutakan fyri ella ímóti føroyskum fullveldi. Eg vil eisini siga, at tað í sær sjálvum er positivt, at fólk hugsa um Gud í øllum hesum meldrinum. Men læt okkum hugsa um Gud og brúka Guds navn á rættan hátt, og ikki draga Gud niður og misbrúki ikki Guds navn sum jarnbrot í politiskum ella øðrum versligum ætlanum. Vit kunnu taka fullveldi, um tað er tað fólkið vil. Men misbrúka vit Guds navn í jagstranini at fáa henda viljan í fólkið, tá er ætlanin dálka við synd. Og tað er eingin góð byrjan, tá: "en nation fødes".