Teir seinastu dagarnar hava leysatíðindi gingið um, at leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, er deyður. Sambært tíðindunum bleiv hann myrdur í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing.
Amerikanska fregnartænastan sigur, at hóast tað er lítið, sum bendir á, at tíðindini eru sonn, ber ikki til at avsanna tey. Ein embætismaður í CIA sigur við sjónvarpið CNN, at fregnartænastan hevur kannað tíðindini, men at tað ber ikki til at koma við einum heilt greiðum svari.
Tíðarritið The Diplomat skrivar, at tað er ikki heilt óhugsandi, at Kim Jong-un er myrdur, og tíðarritið nevnir ein, sum kann hava áhuga í, at tann nýsetti leiðarin verður fyribeindur. Tað er tann 40 ára gamli Kim Jong-van, sum er hálvbeiggi Kim Jong-un.
Kim Jong-van bleiv leingi mettur sum tann komandi leiðarin í Norðurkorea, men í 2001 bleiv hann tikin í Japan, tí hann hevði falskt pass. Síðani hevur hann búð í útlegd í Beijing og í Macao. The Diplomat skrivar, at Kim Jong-van hevur fleiri ferðir funnist at norðurkoreanska stýrinum, og hann skal eisini hava sett spurnartekin við, um tann yngri hálvbeiggin hevur teir neyðugu førleikarnar at stýra landinum.