Týski landsliðsleikarin, Christoph Kramer, sum fekk ein heilasjálvta eftir samanbrest við argentinska Ezequiel Garay í HM-finaluni, gjørdist somikið í ørviti, at hann ikki visti, hvar hann var. Hesum greiðir dómarin í dystinum, italski Nicola Rizzoli, frá.
- Stutt eftir, at hann brast saman við Garay, kom hann til mín og spurdi: “Dómarin, er hetta finalan?” Eg helt, at hann tvætlaði, so eg bað hann um at endurtaka spurningin, og tá segði hann: “Eg má vita, um hetta veruliga er finalan.” Eftir eg svaraði, at tað var tað, bleiv hann eitt sindur bilsin og svaraði: “Takk, tað er umráðandi at fáa at vita.” Eg boðaði Schweinsteiger frá hesum, og so skiftu teir hann út, sigur Nicola Rizzoli við italska ítróttarblaðið, Gazzetta dello Sport.
Hetta var fimti landsdysturin hjá 23 ára gamla Cristoph Kramer, sum varð útskiftur tá ið 31 minuttir vóru spældir.