Landsins myndugleiki hevur avgjørt, at børnini úr 0-10 ár og vit, námsfrøðingar, hjálparfólk og lærarar, (sum hava lært, at ein góð relatión og tað, at verða fevnandi og nærverandi, hevur ALT at siga), eru tey, ið fyrst skulu “útslúsast aftur” til vanligan gerandisdag. Hetta tí at samfelagshjólini skulu mala aftur.
Talan er um tey 0-10 ára gomlu børnini, sum eisini eru tey, ið fáa flestu klemmini, soleiðis generelt, tað veri seg um okkurt er gott og stuttligt, ella um okkurt minni gott er áfatt. Barnið kann verða dottið og fingið sár á knæið ella tað kann hava klandrast við eitt annað barn og treingja til eitt klemm.
At fáa nærleika og klemm fellur nattúrligt fyri flestu av okkum og er tað alneyðugt fyri kensluligu menningina hjá børnunum, um vit vaksnu, sum eru um tey, eisini geva teimum nærleika og klemm ella bara “et klap på skulderen”.
Landsins mynduleiki hevur nú avgjørt, at tey, ið hava so nógvan tørv á nærleika og klemmum, verða koyrd út úr teirra heimum, út frá sínum primeru umsorganar persónunum, sum eru tey EINASTU klemmini, børnini kunnu fáa í hesum døgum.
Nú skulu vit, námsfrøðingar, hjálparfólk og lærarar av øllum alvi royna at halda fjarstøðu til børnini og IKKI geva teimum klemm og læra tey, at hava fjarstøðu til hvønn annan????
Hvussu halda tit Landsins myndugleiki, at hetta verður? Hvussu ímynda tit tykkum, at vit skulu fyrihalda okkum? Hvussu við borðspølum, Lego, bilum, Barbiedukkum, bóltum og reiggjum? Skal alt sprittast av ímillum, at hvørt barnið hevur spælt við tað?
Ella síggja tit fyri tykkum, at vit verða uttandura allatíð og børnini hava bara sítt egna at spæla við og tískil ikki nerta leikuna hjá hinum?
Hvussu við wc vitjan, skal kumman sprittast av hvørjaferð og um barnið ikki dugir at turka sær?
Skulu vit vaksnu ganga aftaná børnunum og halda vakt?
Vit skulu jú læra tey at halda fjarstøðu?
Tað er ein heilt nýggjur máti, at arbeiða uppá. Vit skulu nærmast venda námsfrøðini á høvdið. Vit skulu læra børnini, at tað, at IKKI at verða nær, eginliga ER at vera nær... ja skil tann, ið skilja vil.
Hetta er logikkur fyri búrhøsn fyri okkum vaksnu, tað at fysisk fjarstøða millum manna heldur smittu vekk, men hvussu kunnu tit landsins myndugleiki halda, at hetta er logiskt og gagnligt kensluliga fyri børnini?
Tey størru børnini og tannáringarnir eru ikki tey, ið turka snor uppí ermuna. Tey størru børnini og tannáringarnir megna at fyrihalda seg til, at Covid-19 smittar og eru tey tí tilvitað um, at fjarstøða er neyðug í hesum døgum. Hetta gevur teimum tí ikki líka stóran kensluligan ampa, sum teimum 0-10 ára gomlu.
Uppgávan tit leggja á okkum, sum eru um Føroya týdningarmiklastu borgarar, okkara framtíð, er ógvuliga óítøkilig og nærum ógjørlig í praksis.
Eitt er, at Landsins myndugleiki vil hava samfelagshjólini at mala aftur, eitt annað er, at hesi sum fara at syrgja fyri at hjólini mala um 20-30 ár, nettupp eru hesi smáu, sum tit nú kasta út til villa tikaran, sum Pál Weihe yvirlækni rópti Covid 19 fyri!
Shahin Gaini yvirlækni úttalar seg í Politikken, at Danmark hevur valt skeiva strategi við at koyra smæstu borgararnar út, hvat fær tykkum Landsins myndugleikar til at gera júst tað sama? Hetta er óskiljandi!
Brynhild Bláhamar