Heidi Petersen, løgtingskvinna
Løgmanni so líkt, ístaðin fyri at svara upp á spurningarnar, eg bar fram í grein míni í bløðunum, settir einum løgmanni, sum vælsaktans er løgmaður fyri alt Føroya fólk, eisini fyri meg sum tjóðveldisfólk, so loypur hann beint á Tjóðveldisflokkin og tey sjónarmið, eg beri fram í greinini.
Vit fáa onki svar og onga sakliga grundgeving, heldur onga politiska grundgeving fyri tí, sum løgmaður hevur latið farið fram. Hálar vánaligar umberingar úr lummanum, sum ganga út upp á, hvat undanfarna samgonga gjørdi. Á hvønn hátt legitimera undanfarnar samgongur tað, løgmaður ger í dag? Hvussu leingi ætlar Føroya løgmaður at liva av politiskum umberingum, ístaðin fyri at taka ábyrgd av tí, ið fer fram meðan hann enn situr sum løgmaður?
Hevði vónað at fingið eitt greitt svar upp á spurningarnar, eg setti løgmanni, men hann nýtir enn einaferð álop sum vápn í politiska orðaskiftinum, og tískil er lítil vón fyri, at vit fáa nyttu av teimum demokratisku amboðum, vit nú einaferð hava í Føroyum. Demokratiski rætturin til alment orðaskifti, kjak og viðmerkingar, sum er ein av grundarsteinunum í einum sunnum fólkaræði. Heldur velur Føroya løgmaður álop á politiskan flokk og andstøðukvinnu. Stórt spell og lítil styrki, ella kanska er hann desperatur yvir støðuna, hann hevur komið okkum í?
Eftir standa ein røð av ósvaraðum spurningum.