Nú hava fráfarnir presidentar ofta risastóra skuld og fyri at finansiera sítt otium plaga teir at ferðast um verðina við banalum sjálvfylgiligheitum. Tað, teir siga, er púra ófarligt, og tað er avgjørt einki informatiónsvirði at heimta í teirra oratoriska møsni. Men, gaman í, tað er allarhelst størri undirhaldsvirði í tí at hoyra ein verðinskendan møsnara enn eitt av okkara lokalu høsnarhøvdum.
Í morgin leggur ”Buskurin” frá sær í Tí hvíta Húsinum, og so kunnu føroyingar jú fara at dyrgja eftir honum. Men ”Buskurin” er so mikið múgvandi, at tað er óvist, um hann skoytir um at koma til Havnar.
Obama er eingin gandakallur
Men, ið hvussu so er og ikki, beint nú eru fyribils meginparturin av teimum occidentalu tíðindadreingjunum farnir at elta og elska Obama, og tað er lítið mark fyri, hvat nógvir halda, at hann skal kunna útrætta av undurverkum.
Men hvat fer Obama at kunna avrika? Ja, vit vita lítið um, hvat hann ætlar ella torir at gera, nú tann amerikanska kapitalisman liggur fyri deyðanum. Sjáldan, um nakrantíð hevur so lítið av konkretum innihaldi verið í viðførinum hjá einum komandi presidenti. Og tað er ikki nógv, sum týðir uppá, at hann fer at hætta sær at røra við tey fundamentalu problemini í tí amerikanska samfelagnum.
Aðalinnihaldið í røðum hansara hevur verið rakstrarróp, sum “We want change”, “We´ll get there” ella “Yes,we can”. Við so innantómum gorri hevði eingin europeiskur politikari verið valdur. Ja, tað skuldi kanska líka verið ein føroyskur fullveldismaður av “vit vilja og kunna sjálvi”-typuni. Men hevur Obama ikki meira enn geldan retorikk í skjáttuni, so kunnu tey higartil framdu bankatiltøkini ikki fora fyri, at vit aftur fáa eina nýggju krisu um ein góðan mansaldur. Obama tykist púra ráðaleysur longu, áðrenn hann er komin í sessin! Men livst, so spyrst!
Obama varð bara valdur, tí amerikanski veljarin ikki visti sær nakað alternativ. Men í løtuni ganga ca. 50000 arbeiðsleysir finansdreingir og klynka. Aftan fyri teir hava staðið veldigar lobbyfyritøkur, sum hava verið stórviðurin í tí amerikonsku kapitalismuni. Tær verða ikki lættir at leypa um. Skal Obama stýra heilt uttan um ta lobbyina, má hann vera óvanliga sterkur og hartil djarvur.
Men fryktandi er fyri, at sjálvt fundamentið í tí amerikonsku kapitalismuni er so rotið, at Obama skal duga gand, um hann skal venda fíggjarliga rákinum eftir bara fýra árum, og kann hann ikki tað, so missir hann fólkaeydnuna, og verður allarhelst fyrrverandi presidentur í 2012. So tað er valla nøkur grund til hvørki obamilsi ella dánilsi.
Noyðist Obama at lúta longu um fýra ár, so kunnu føroyingar jú altíð senda boð eftir honum og bjóða honum til fyrilestrar. - Tá fáa teir hann ógvuliga bíliga!