Men uppundir hvørt einasta val eru tað pensiónistarnir, sum eru so ógvuliga áhugaverdir, men hesin sýndi heiður man vera ógvuliga ivasamur tá hann skal vísast í verki, tá bránar hann eins og kavi fyri sól. Lítil ivi man verða um, nú tað aftur stendur eitt val fyri durum, at pensiónistarnir einaferð enn verða støvaðir av og brúktir til stemmufiskaríið.
Tað er gleðiligt at hoyra um tað framgongd, sum teir flestu samfelagsbólkar hava havt í árinum, sum fór, men tey veikastu í samfelagnum, sum ikki hava møguleika vegna skerdan førleika, at vera við í einum dagsverki, eru langt afturúrsigld og kunnu ikki tosa við, men tey hava tann ivasama heiður, at blíva nevnd tá val stendur fyri durum. Rætt skal vera rætt. Helena gjørdi ein bata, tá hon sat í landsstýrisstólinum og tað skal hon eiga eina tøkk fyri.
Tað hava nógvar bøkur verið skrivaðar um tað ættarlið, sum eru pensiónistar í dag, eitt nú bøkurnar um føroyingar, teir tóku land og teir, sum sigldu undir krígnum. Hesir menn settu seg ikki hendur í favn, sjálvt um teir ikki høvdu møguleika til at lívbjarga sær her á klettunum. Nei, teir sigldu einar 1600 fjórðingar vestur í hav og tóku land í Grønlandi og Íslandi, har teir bygdu sær skúrar at búleikast í 4-5 mánaðir av árinum. Arbeiddu á landi og róðu út undir primitivum korum, langt burtur frá heimlandinum, har teir vunnu til dagin og vegin. Hesir menn og konir teirra hava uppiborið eina virðiligari pensión enn tað, sum verður útgoldin í dag.
Vit standa á gáttini til eina alternativa vinnu, men mín vón er, at oljan ongantíð má køva okkara fiskivinnu, tá verður land okkara fátækt, sjálvt um oljupengar floyma inn í landskassan. Hugsa bara um tær avleiðingar tað fær fyri tey, sum arbeiða í fiskivinnuni. Um dagligdagin ? lívið er nú einaferð meir enn bara krónur og oyrir ? missa vit prátið um fiskarí mann og mann ímillum fara at práta um køld oljuføt ístaðin, verða vit ógvuliga fátøk. Um vit bert fara at síggja nakrar sleipibátar, ístaðin fyri bátar og skip, sum føra fong av grunni til lands, tá verða vit enn fátækari, sjálvt um oljan rennur í stríðum streymum. Eg fari at ynskja tykkum, sum skulu stýra, eitt gott hegni til at halda um stýrisvøl so tað ikki verða sett størri segl, enn báturin tolir.
Er nakað lív aftaná pensiónsaldurin var yvirskriftin. Eftir forsøgnunum nýggjárskvøld, skuldi tað verið hampuliga góðir møguleikar fyri einum sømuligum lívið aftaná pensiónsaldurin. Eg havi ikki hoyrt um nakran, sum er deyður vegna tað, at hann ella hon bleiv pensiónistur, men at tað er lítið meir enn ein aning, sum pensiónin strekkir til tori, eg at festa á blað við ársskifti.
Spennandi verður at hoyra hvat fyri lokomotiv skal brúkast í valagitatiónini til komandi val, tað ræður um, at hava tað røttu menu?ina á matarseðlinum, livst so spyrst.
Gott nýggjár.