Er nakað hjartarúm fyri Sankta Frans skúla hjá Tórshavnar kommunu?

Har tað er hjartarúm, er tað húsrum, sigur orðatakið. Tað er nú greitt, at tað er einki hjartarúm fyri Sankta Frans hjá Tórshavnar kommunu.

 

Tað eru serstakliga tvey viðurskifti, vit vilja vísa á. Tað fyrra er, at viðferðin, sum Sankta Frans skúli hevur fingið seinastu árini, er einki minni enn hjartaleys. Tað seinna er, at Tórshavnar kommuna má uppfylla sínar skyldur, áðrenn tey fara í holt við nýggjar verkætlanir.

 

 

 

Tórshavnar kommuna noktaði bæði framhaldsdeild og samstarvi

 

Í 2016 var um reppið, at Sankta Frans skúli skuldi fáa sína egnu framhaldsdeild, tá borgarstjórin sjálvur, á foreldrafundi í Sankta Frans skúla, segði seg vera fyri at geva skúlanum eina framhaldsdeild. Men tá politikkararnir fóru til arbeiðis aftur, boðaði forkvinnan í trivnaðarnevndini tá frá, at soleiðis bleiv ikki. Næmingarnir í Sankta Frans skúla skuldi út í Skúlan á Fløtum, sum tá var undir gerð. Tí hann varð bygdur til teirra, segði hon.

 

Støðan tá var, at børnini í framhaldsdeildini í skúlanum á Fløtum lógu og koyrdu allan býin runt. Næmingarnir høvdu nærum ikki samband við flokslærarar sínar, tí teir lógu og ferðaðust millum ymisk høli í býnum.

 

Hetta var orsøkin til, at leiðslan í Sankta Frans skúla bjóðaði Eysturskúlanum oman at greiða frá um sína framhaldsdeild. Hetta var ein roynd at geva børnunum ein ávísan stabilitet.

 

Men nei, tað bleiv noktað skúlaleiðsluni at hugsa um næminganna besta. Tórshavnar kommuna boðaði frá, at Eysturskúlin ikki slapp at greiða frá um sína framhaldsdeild. Næmingarnir skuldu í skúlan á Fløtum, sum framvegis var í gerð. Tí skúlin var bygdur til teirra.

 

Longu í 2017 kundu Eysturskúlin og Sankta Frans skúli tí havt skipað eitt gott samstarv, sum hevði gagnað báðum skúlunum og næmingunum, men hetta bleiv noktað teimum av umsitingini í Tórshavnar kommunu.

 

Var hetta gjørt, høvdu foreldrini vitað, at framhaldsdeildin hjá Sankta Frans var í Eysturskúlanum. Hetta hevði allarhelst ført við sær, at foreldur í vesturbýnum høvdu tikið hetta við í mentu, tá tey skrivaðu børn síni inn í 1. flokk. So høvdu tey vitað, at um eg skrivi míni børn inn í Sankta Frans skúla, so enda tey í framhaldsdeildini í Eysturskúlanum. Men nei. Boðini frá kommununi vóru, at tey skuldu í Skúlan á Fløtum. Tí skúlin var bygdur til teirra.

 

Tað rætta hevði verið at givið Sankta Frans skúla eina framhaldsdeild – hetta skuldi verið gjørt longu í 2016!

 

 

 

Setið árstal á nýggju framhaldsdeildina

 

Nú stendur Súna Mørk, forkvinna í trivnaðarnevndini, í sjónvarpinum og tosar um, at hon skal hugsa um framhaldsdeildina í Sankta Frans skúla. Samstundis torir hon ikki at at seta eitt evsta mark á, nær hetta skal henda. Men inntil tá skulu næmingarnir yvir í Eysturskúlan.

 

Altso aftur ein hjartaleys viðferð av Sankta Frans skúla. Her verður ikki tikið hædd fyri ynskinum hjá skúlanum, hjá foreldunum ella hjá næmingunum. Ei heldur er hædd tikin fyri teirra egnu nýggju rætningslinjum, um at næmingar skulu sleppa at ganga í skúla í lokaløkinum. Niðurstøðan er greið – tað er ikki hjartarúm í Tórshavnar kommunu.

 

Nú vilja tey fáa okkum at vera kvirr, við at lova okkum eina framhaldsdeild – tó uttan nakað ítøkiligt lyfti um nær. Ímeðan skulu næmingarnir, har teir flestu búgva í vesturbýnum, flytast yvir í Eysturskúlan, og framtíðin hjá Sankta Frans skúla er líka óviss.

 

Tórshavnar kommuna, nú nokta vit at vera kvirr um ta viðferð, sum tit geva Sankta Frans skúla. Hon er ikki bert óvirðilig og hjartaleys, men ger seg inn á eitt ótal av borgarum í tí kommunu, tey eiga at kenna seg heima í.

 

 

 

Skulu ítróttarrásirnar hava fyrstarætt?

 

Tórshavnar kommuna hevur sjálv lagt Sankta Frans skúla undir Skúlan á Fløtum. Soleiðis er skúlabygnaðurin í kommununi. Foreldur, sum hava skrivað børn síni inn í Sankta Frans skúla, hava vitað, at tey fara at varðveita børnini í nærumhvørvinum øll árini, tí tey skuldu út í framhaldsdeildina í Skúlanum á Fløtum. Tí hann var jú bygdur til teirra. Hetta er júst orsøkin til, at tey valdu at skriva børnini inn í Sankta Frans skúla av fyrstan tíð. Hann var jú bygdur til teirra. Men nú roynir kommunan at noyða tey yvir í annan skúla, nevniliga Eysturskúlan, tí júst nú eru tómir stólar har. Hetta er ikki annað enn ein hovsa-loysn frá kommununi.

 

Ein ítróttarflokkur er flott – vit skulu vera tey fyrstu at siga, at tað er eitt fantastiskt tilboð – men tað er ikki nakað, sum Tórshavnar kommunu hevur skyldu til at bjóða. Hon hevur eina skyldu at bjóða sínum næmingum eina fulla skúlagongd, eisini næmingunum í Sankta Frans skúla, sum skúlin á Fløtum varð bygdur til, og sum siðvenja hevur verið í áratíggju.

 

Um tað ikki er rúm fyri nøkrum, so átti tað av røttum at verið ítróttarflokkunum, tað ikki er rúm fyri. Kanska skuldu teir flutt út, í øllum førum eina tíð, sum tá teir vóru í Gundadali.

 

Tað kann jú ikki vera so, at eyka tilboð, líkamikið hvussu góð tey eru, men sum kortini eru eyka, skulu ganga út yvir vanligu skúlagongdina, sum Tórshavnar Kommuna hevur skyldu at geva næmingunum í Sankta Frans skúla.

 

 

 

At enda: Gevið Sankta Frans skúla eina framhaldsdeild frá heysti 2023.

 

Tit, Tórshavnar kommuna, hava skyldu til at skaffa høli til skúlan beinanvegin, so at leiðslan skjótt kann fara undir at skipa eitt gott tilboð til sínar næmingar. Haldgóður tryggleiki, vita vit, er avgerandi fyri góða frálæru; og ein framhaldsdeild fer at geva næmingum í Sankta Frans skúla henda tryggleika.

 

Inntil tá eiga næmingarnir í Sankta Frans skúla at halda á í Skúlanum á Fløtum.