Er neyðugt við uttanríkisráðharra í Føroyum?

Eftir nýggjastu veljarakanningina kom fram, at Jørgen Niclasen ikki heldur tað geva meining at kanna undirtøku hansara millum veljarar sum løgmansevni. Heldur átti kanningin at lýst undirtøku hansara sum uttanríkisráðharri. Tí: »...so hevði veljarin nakað at fyrihalda seg til«. Og sum hann málbar seg: ».. eg havi jú ongantíð roynt løgmansstarvið...«. Men spurningurin er, um ikki rættari hevði verið at spurt veljaran, um neyðugt er við Uttanríkisráðharra í Føroyum!

Onnur kunnu loysa uppgávuna

Jóannes, Høgni, Jenis og Tobbi stovnaðu Uttanríkisráðið, tá CHE-kabalin varð løgd. Jørgen hevur arvað ráðið í nýggju ABC. Trupulleikin er bara, at hvørki undanfarni uttanríkisráðharri, Høgni Hoydal ella núverandi, Jørgen Niclasen, hava megnað at skapt ráðnum sín sjálvsagda legitimitet og platform at standa á. Tað man eisini vera trupult at finna legimitetin og rætta platformin, tí uttanríkismál eru enn ikki føroysk sermál.

Av tí sama veit eingin rættiliga, hvat tað er, sum uttanríkisráðharrin fæst við, og sum annaðhvørt løgmaður, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ella nú eisini landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki høvdu megnað at avgreitt eins væl. Áðrenn Uttanríkisráðið varð stovnað, vóru tað mest løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum tóku sær av okkara viðurskiftum við umheimin, og landsstýrismaðurin í vinnumálum umsat ferðavinnu og Samvit, sum nú er endað inni í stóra Uttanríkisráðnum.

Uttanríkisráðið er nýtt við fáum, helst ongum stórpolitiskum úrslitum at vísa á. Tí ivist eg í, um rætt hevði verið millum veljararnar at kanna undirtøkuna hjá Jørgeni sum uttanríkisráðharra heldur enn, hvussu nógv vilja hava hann sum løgmann. Serliga tá hugsað verður um, at tað bara hava verið tveir uttanríkisráðharrar í politisku søgu okkara. Veljarakanningin hevði helst bara víst eina fifty fifty undirtøku millum teir báðar Høgna og Jørgen. Og hvat hevði tað sagt okkum? Púrt einki!!

Nei, rættari hevði verið at spurt veljaran, um neyðugt er við Uttanríkisráð og uttanríkisráðharra í Føroyum í verandi støðu.

 

Uttanríkispolitisk úrslit við ella uttan Uttanríkisráðharra

Fleiri stórmál vórðu avgreidd á uttanríkispolitiska økinum í Føroyum uttan uttanríkisráðharra. Dømini eru mong. Nevnast kunnu: 200 fjórðinga fiskimarkið, millumlanda fiskiveiðuavtalur við fleiri lond, undirgrundin yvirtikin, strandalandaavtalur um svartkjaft, sild og makrel, grundarlag fyri fiskirættindum eftir uppisjóarfiski í Kyrrahavinum vóru skapt og drúgt fyrireikingararbeiði varð gjørt fyri at undirbyggja okkara krøv til havbotnin og undirgrundina á Hatton- Rockallleiðini, - bara fyri at nevna nøkur.

Enn er ikki so long tíð liðin, síðan Uttanríkisráðið varð stovnað. Tað er tí kanska í fyrra lagi at gera niðurstøður um nyttuvirðið. Men gongdin higartil gevur ábendingar um lakari úrslit enn frammanundan.

Eitt nú ógreiði ES - EFTA politikurin, ivasama avtalan um norðara partin av makrelstovninum, har vit einans fingu 15% í mun til 85% til Noreg við seinastu samráðing, fiskiveiðuavtalan við Ísland, har 40% av kalvakvotuni eru fallin burtur og málið um landing og framleiðslu av lodnu til matna, benda á sama borðið. Málini flóta nú meir enn nakrantíð millum Uttanríkis- og Fiskimálaráðini í londunum báðum og verða tí ikki loyst.

Tað er tí einki ið bendir á, at ein uttanríkisráðharri í sjálvum sær skapar úrslit. Tvørturímóti siga ábendingarnar og royndirnar, at ein væl skipað uttanríkisdeild á Løgmansskrivstovuni og ein samráðingardeild í Fiskimálaráðnum eins og frammanundan hevði verið hópin bíligari og ivaleyst skapt somu ella betri úrslit á hesum fyri landið týdningarmikla øki.

Brúk er jú fyri hvørjum oyra í hesum døgum. Tí er einki at ivast í, at eitt umskipað landsstýri við færri landsstýrisfólkum hevði verið eitt gott átak.