Hetta er rætta løtan hjá føroyingum at gleða seg í, sigur Johannes Martin Olsen, fólkatingsmaður í viðmerking til úrslitið av bankakanningini.
Men hann minnir samstundis á, at tað liggja stórarbeiði og bíða eftir okkum í framtíðini.
Tað verður tungt at fara undir samráðingar um at fáa endurgjald fyri peningin, sum føroyingar hava mist. Tað er ótrúliga umráðandi at samráða okkum til eina góða avtalu, sigur Johannes Martin Olsen.
Johannes Martin Olsen sigur um politisku støðuna á Christiansborg, eftir at úrslitið av bankakanningini er komið, at tað neyvan fer at eydnast borgarligu andstøðuni at fella stjórnina.
Tað kemst av, sigur hann, at stjórnin framman undan almannakunngerðini longu hevði tryggjað sær stuðul frá Eindarlistanum og SF, sum ikki vilja hava val.
Men har er enn ein vón, sigur Johannes Martin Olsen. Hann sipar til, at tað verður leitað og grópað í skjalasøvnunum á Christiansborg fyri at vita, um ikki okkurt loyniligt skjal, sum teir sakna, liggur onkustaðni í Forsætismálaráðnum.
Johannes Martin Olsen heldur, at tað neyvan bara er Den Danske Bank, sum er syndari á málinum. Hann ivast ikki í, at bæði Fíggjareftirlitið og Forsætis- og Fíggjarmálaráðið vistu nógv meira, enn tey nú vilja vera við.
Teir hava selt føroyingum eitt sminkað lík, hóast teir nú látast ikki at vita tað, sigur Johannes Martin Olsen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins. Hann ivast heldur ikki í, at bankaloysnin var nakað, sum Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri stóð aftan fyri og pressaði niður yvir føroyingar.
Johannes Martin Olsen sigur, at lítil ivi tykist vera um, at bankamálið mest fer at ganga út yvir Peter Straarup, stjóra í Den Danske Bank.
Annars er Johannes Martin Olsen av teirri fatan, at tað er stjórnin, sum er skálkurin í hesum spælinum. Tað er líka nógv tað, ráðharrarnir ikki hava sagt, sum tað, teir hava gjørt, sum er galið, sigur hann.
Men hjá føroyingum er bert eitt at gera, og tað er at arbeiða skjótt og fáa sum frægast burtur úr teimum samráðingum, sum mugu koma.