Tað at ein bilur hevur rustgaranti, er ikki nakað garanti fyri at hann ikki rustar. Sambært Teknologisk Institut, ið javnan taka stakroyndir av nógvum ymiskum bilum, eru tað nógvar bilverksmiðjur, sum spara upp á rustviðgerðina av bíligum bilum, ið teir senda á evropeiska marknaðin.
Livitíðin hjá einum bili er sum oftast treytað av, hvussu væl rustviðgjørdur hann er, sigur
Kaj Boetius, sum stendur fyri rustviðgerini hjá Ivan Johansen Bilum. Kaj hevur drúgvar royndir við at rustviðgera bilar. Hann hevur luttikið á skeiðum fyri sproytuoperatørar hjá Teknologisk Institut í Danmark.
Tað er sjáldan ov seint, men ongantíð ov tíðliga at fáa bilin rustviðgjørdan. Serliga í hesum døgum tá sølan av nýggjum bilum er lítil, og tey flestu kenna seg noydd til at hava bilin í nøkur ár afturat, sigur Kaj Boetius.