Kringvarp Føroya vísir á ymisk viðurskifti í sambandi við ta skipan, sum sett er í lógina. Eitt nú metir Jógvan Jespersen, stjóri, at tað ber illa til at meta um ella staðfesta, um tær reglur, sum landsstýrismaðurin skal áseta við heimild í lógini, fara at veita ta trygd í mun til public-service, sum lagt er upp til.
Jógvan Jespersen sigur í hoyringsskrivinum, at tá tað snýr seg um programmvirksemi, metir hann ikki, at lógaruppskotið í sær sjálvum veitir trygd fyri, at stovnurin fer at virka óheftur av politisku skipanini.
- Landsstýrismaðurin fær heimild til at áseta nærri reglur á nógvum økjum, og ikki fyrr enn hesar áetingar eru kendar, ber til at staðfesta, um skipanin fer at veita trygd fyri, at skiftandi politisk stýri ikki hava møguleika fyri at gera sína ávirkan á programmvirksemið galdandi, sigur hann og heldur fram, við at siga, at tey fegnast um, at tað við ásetingini um eitt stýri verður sett eitt skott ímillum landsstýrismannin og stovnsleiðsluna, og vónandi fer skipanin at beina burtur allan iva um, at politiska valdið kann ávirka programmvirksemið.
Í grein 4, 4. stk. er ásett, at formaðurin og næstformaðurin í stýrinum "skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti."
Í viðmerkingunum verður sagt, at dyggur kunnleiki merkir í hesum høpi, at viðkomandi skulu hava útbúgving og/ella drúgvar starvsroyndir innan hesi øki.
Og Jógvan Jespersen sigur, at í grein 4, stk. 6 fær landsstýrismaðurin heimild til at áseta nærri reglur um, hvussu valið av stýrislimum, ið politisku flokkarnir skulu tilmæla, skal fara fram.
- Ikki fyrr enn hesar reglur eru kendar, ber til at staðfesta, um skipanin veitir trygd fyri, at talan er um eina fakliga rakstrarnevnd, sigur hann millum annað.
Public Service sáttmáli
Jógvan Jespersen greiðir frá, at í grein 11 fær landsstýrismaðurin heimild til at gera ein Public Service sáttmála við kringvarpið. Tílíkur sáttmáli skal gerast, eftir at løgtingið hevur havt høvi til at umrøða innihaldið í sáttmálanum.
- Ein tílík skipan kann tykjast skilagóð, men hon kann lættliga føra til, at politiska skipanin beinleiðis fer at ávirka, hvussu programmvirksemið hjá kringvarpinum skal skipast, sigur hann og greiðir víðari frá, at vit í dag hava eitt reint føroyskt útvarp og eitt sjónvarp, sum eftir førimuni roynir at framleiða so nógva føroyskar sendingar, sum gjørligt.
- Vit kundu hugsað okkum eitt enn betri programmtilboð við fleiri dygdargóðum sendingum bæði í útvarpi og sjónvarpi. Men tað er ikki tí, at hugskotini tróta, men fíggjarliga orkan er avmarkað, og vit royna sum frægast at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, vit ráða yvir. Vit noyðast støðugt at raðfesta, so vit út frá eini heildarmeting fáa tað frægasta programmtilboðið burtur úr tøku orkuni, sigur Jógvan Jespersen í hoyringssvarinum. Og hann heldur fram, at fer politiska valdið í einum public-service sáttmála at áseta, at ávísar sendingar skulu raðfestast hægri í útvarpi ella sjónvarpi, ber hetta samstundis í sær, at aðrar sendingar skulu takast av skránni, og í tí støðuni hevur politiska valdið beinleiðis programmpolitiska medávirkan.
- Viðurskiftini hjá okkum kunnu ikki samanberast við støðuna hjá eitt nú teimum stóru norðurlendsku ríkisútvarpunum, tí teirra fíggjarliga orka er av slíkari stødd, at ein public-service sáttmáli ikki ávirkar á sama hátt, sum hjá okkum, sigur hann og vísir á, at politiska valdið fyrr hevur roynt at lóggivið fyri programmvirkseminum. Í grein 17, stk. 2 í galdandi kringvarpslóg frá 1998 er ásett, at málið er, at 1. januar 2001 skuldi ein triðingur av senditíðini hjá sjónvarpinum verða føroysk framleiðsla.
- Tveir møguleikar eru fyri at røkka hesum máli. Annar er at játta pening til at økja føroysku framleiðsluna, og hin er at minka um útlendska partin av senditíðini. Tann fyrri møguleikin hevur ikki víst seg at vera realistiskur, og tann seinni gevur neyvan nakra meining, sigur kringvarpsstjórin í hoyringsskrivinum.