Er svenskt fordanskað?

Fyri nøkrum árum síðani kom eg í prát við ein svenskara, ið einaferð hevði havt íslendska gentu. Sum vera man fekk eg at vita frá honum, at meðan íslendskt líkist fornnorrønum og fornsvenskum, er føroyskt meir ávirkað av donskum. Íroniskt at hoyra hatta frá einum svenskara, hugsaði eg. Okkurt í hesum pástandi bendi á, at hann hvørki var kønur í málsøgu ella svenskum - so eg fall fyri freistingini og fór at »avhoyra« hann, eftirsum eg dugdi hansara móðirmál til fulnar.

Spurdi, um hann kundi nevna nøkur dømir um hesa donsku ávirkan í føroyskum. Nei, einki ávíst, men hatta var honum sagt. Eftirsum hann eyðvitað ikki dugdi føroyskt, hjálpti eg honum eitt sindur og nevndi nøkur av teim orðum, sum íslendingar og nógvir føroyingar kalla »donsk«; t.d. gjarna, snakka, straks, prøva, øva, trena, stoppa, ske, røra, teinkja, dummur og evindaliga. Eg nevndi forstanda, fornermaður, fortaptur, forleygin og forhastað. Eg nevndi fremmandaorð sum sitat, faktum, observera, interessant, nonsens, gratis, ekstra, problem, programm, teatur og totalt (ið nógvir føroyingar halda vera donsk orð). Eg nevndi »danskar« máliskur sum ditt og datt og hipp sum happ. (eg nevndi nógv onnur dømir - tey eru óteljandi, men fáa ikki pláss í hesum teiginum).

Nú gjørdist hann eitt sindur foyur, tí hann sá á mær, hvat eg nú fór at siga: Øll hasi »donsku« orðini, nevnd eru omanfyri - og mong við teimum - eru at finna í svenskum! Eg spurdi hann, um hann skammaðist við at taka tey í sín munn, og um hann uppfataði tey sum danismur og svenskt sum eitt fordanskað b landingsmál. Nei, tað var ongantíð komið honum til hugs. Hasi orðini eru so natúrligur partur av nútíðarsvenskum, at svenskarar fáa slettis ikki verið tey fyri uttan. Væl visti hann, at mong av hasum orðunum eru komin úr latíni og týskum (summi teirra eru enntá norrøn), men at útihýst teimum úr málinum av tí grund hevði ikki verið hugsingur um í dag. Og donsk ávirkan - hvussu tá?

- Júmen tað eru orð sum hasi, ið verða brúkt sum »prógv« fyri, at føroyingar ikki duga at málbera seg, og at føroyskt er eitt daniserað bastardmál, greiddi eg frá. Tit svenskarar brúka nógv fleiri týsk, fronsk og latínsk lániorð enn vit, men eingin tykkara skammast við tey ella kallar tey danskaslettur. Og tit halda heldur ikki, at tílík orð spilla svenskt. Eisini uppfata vit »reint« mál øðrvísi enn tit. Fyri tykkum er »reint mál«, tá ið tónafall og úttala er rein, uttan mun til fremmandaorð. Hvussu ber tað til?

Ja, hann visti at siga, at hasi orðini eru komin inn í føroyskt úr donskum og tískil eru at rokna sum donsk ávirkan. Harafturímóti hava svenskarar ikki fingið síni lániorð úr donskum, men aðrastaðni frá, strikaði hann undir. (Hetta var nakað samstundis, sum mikil orrusta var í Føroyum um Hjalmarsbók og øll tey ?donsku? orð, sum bókin var á tremur av: interessantur, manipulera, kommunikatión, professionelt o.s.fr.).

- Góði tú, hatta er ikki málfrøði, helt eg fyri. Eru orð t.d. komin úr latíni, so eru tey komin úr latíni. Tey kunnu ikki vera ?svensk? í svenskum men donsk í føroyskum - hatta roknistykkið gongur ikki upp. Gerst ein Volvobilur danskur av, at hann verður keyptur frá einum danskara?

Nei, í so máta helt hann við mær, men vísti á, at tann íslendska málkósin er at brúka norrøn og heimagjørd orð ístaðin fyri útlendsk. Og hóast henda kunnleika til íslendskt helt hann lítið um mítt uppskot at skifta øll lániorð í svenskum út við norrøn orð, gomul svensk orð og svensk nýyrði. Ella at føra svenskt aftur til vøgguna og rekonstruera tað eftir bíbliuumsetingini hjá Gustaf Vasa, Västgötalagen og øðrum fornum skjølum. Fyri svenskarum hevði hetta blivið eitt spildurnýtt og púra fremmant mál. Væl kunnu svenskarar málbera seg ?fornari? enn danskarar - men tað, ið hann uppfataði sum sítt móðirmál, var ikki fornsvenskt, men nútíðarsvenskt við øllum teim fremmanda orðum, ið hoyra tí til. Fornnorrønt vermdi ikki hansara sál líka nógv sum tann ramliga Stockholmsdialektin (ið málfrøðiliga minnir um havnarmál). Og sjálvandi hevði hann, eins og flestu svenskarar, flent í kíki, hevði nakar farið at tosað og skrivað sum August Strindberg, aðrastaðni enn á palli. Eitt er at syngja Bellmans epistlar, annað at málbera seg soleiðis í dag. Øll mál broytast við tíðini, segði hann.

Seinni havi eg fingið at vitað, at íslendingar brúka heilt fitt av fremmandaorðum, sjálvt í bókmentum. Men hesi orð eru ikki at finna í íslendskum orðabókum. Leingi havi eg illneitast inn á doktrinina um okkara ússaliga móðirmál, so nú havi eg hug at fara at lræa meg íslendskt - ikki orðabókaíslendskt, men vanliga menniskjaíslendskt.


Heri Eysturlíð, Stockholm