Súsanna Holm
Eg undrist á hví ongin enn hevur tikið henda problematikkin upp á tunguna enn -
Er tað veruliga so, at ein og hvør stór kommuna kann avreiða ein part av sínum íbúgvum við einari fundarsamtykt?
Og at hesin parturin av borgarunum í kommunini verður nýttur sum vápn í einum stríði millum myndugleikar?
Hava tey politskt valdu ikki til eina og hvørja tíð ábyrgd fyri, at útinna tað álit í teimum er álagt við valinum, nemliga at ar-beiða so væl sum gjørligt allar íbúgvarnar í kommununi - Síðani vil eg at enda seta spurningi fram, um limirnir í Vágs Býráðið, íð hava stemma fyri at flyta allar røktarheimskrevjandi vágbingar til Tvøroyrar meta, at teir hava handla so væl sum teir nú einaferð kundu.
Skiftandi meiningar hava verið frammi gjøgnum tíðina um hvussu tænastan frá kommunum til tað aldrandi ættarliði kann røkjast á bestan hátt. Vit hava sæð stórar eindir og smáar eindir. Eisini hava vit upp-liva at als ongar eindir vóru til taks - sjálvt tá ið tað var og framhaldandi er átrokandi neyðugt. Í ávísum førum kann støðan verða so ring, at eitt røktarheimspláss er gott líkamikið hvar í landinum tað er. Ikki kann tað sigast at verða sømuligt móti gomlum fólkum.
Men at ein stór bygd sum Vágur ætlar at avreiða allar sínar gomlu røktarheimskrevjandi borgarar av bygdini við einari einstakari fundarsamtykt, tykist mær at verða ein sera køld og kynisk avgerð. Eru hesir borgarir ikki tey í vóru álitið meðan tit sjálvi vuksu upp í einari megnar bygd. Hví eru tit nú klár til at avreiða tey í einum politiskum talvleiki? Eg meti at tykkara eldru borgarar, um tey eru røktarheimskrevjandi ella ikki, hava líka góðan rætt til at verða í Vági sum ein hvør annar vágbingur og at hetta eisini kanna lata seg gera um góður vilji er til staðar.