Viðmerking til Óla Breckmann í Degi og Viku hósdagin 15. juli 1999, har Óli Breckmann, Fólkafloksins formaður á tingi, heitti á alt Føroya fólk um at fyrigeva John Petersen hansara »mistak«, tí sum hann segði, hevði Fólkaflokkurin valt at gera tað(!). Grundgevingin var, at Fólkaflokkinum tørvaði eina góða arbeiðsmegi til floksarbeiði.
Er tað veruliga satt, at Óli Breckmann hevur allan Fólkaflokkin aftan fyri seg, tá ið hann kallar neyðtøku eitt »mistak«? Hevur Óli Breckmann allan Fólkaflokkin aftanfyri seg, tá ið hann sigur, at flokkurin - grundað á tørv á góðari arbeiðsmegi - velur at fyrigeva einum slíkum »mistaki«? Og hevur Óli Breckmann allan Fólkaflokkin aftan fyri seg; tá ið hann endaði við at siga, at John Petersen var vælkomin aftur í tingið?
Sambært løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting við seinni broytingum, grein 2, 2. stykkið..., sum sigur »Valbær til løgtingið eru tey, sum hava valrætt á tingi, uttan so, at viðkomandi er straffaður fyri gerð, sum í vanligum umdømi ger hann óverdan at vera løgtingslimur, um ikki hendan fylgja av dóminum er burturfallin. Straffverd gerð ger ikki hin dømda óverdan, uttan so, at hin dømdi er dømdur treytaleysan dóm til fongsul í fýra mánaðir ella meira, ella varðhald, ella tá ið fimm ár eru gingin aftaná at hann hevur sitið straffin av, straffurin er avoldaður ella efturgivin, ella eftir at hann er endaliga leysur av varðhaldi«.
Tá ið lógin ikki skilir ímillum siðamisbrot og annan kriminalitet, stendur tað til tann einstaka veljaran at avgera, hvar markið skal setast, tá ið tað snýr seg um etikk hjá politikarum og lóggávumyndugleikanum.
Etikkur kann ikki stigbendast eftir tørvinum á politiskari arbeiðsmegi, og etikkurin í okkara samfelagi byggir millum annað á demokratiska og kristna hugsjón. Tí skuldi tað verið lætt at skilt ímillum hvørjir lógbrótarar kunnu sita sum umboð í lóggávumyndugleikanum. Prinsipielt eigur tað at vera so, at lógarbrotsfremjarar, sum forða tí einstaka samfelagsborgaranum - kvinnum, monnum og børnum - at liva frítt og trygt í hesum samfelag, eiga at verða hildnir uttanfyri lóggávumyndugleikan.
Er tað veruliga so, at allur Fólkaflokkurin tekur undir við Óla Breckmann í hansara meting av neyðtøku? Eydnaðist tað honum at persónificera eitt samfelagsligt mál við at appelera óbeinleiðis til kristna grundhugburðin um, at »tann angrandi hevur uppiborið fyrigeving« soleiðis at tey, ið atkvøða »nei« skulu kenna seg sum dómarar og fáa ringa samvitsku?... Um hetta úttalilsið hjá Óla Breckmann sleppur at standa ósvarað, verður ilt at meta um, hvussu lágt markið verður sett næstu ferð. Pedofili verður tá kanska eitt »mistak« eisini? Vit føroyingar, kvinnur og menn, eru møgulig foreldur til møguliga neyðtiknar gentur. Kunnu vit sum veljarar góðtaka henda hugburð?
Hetta mál snýr seg sum sagt ikki bert um einstakar persónar, men er eitt samfelagsligt etiskt mál, sum kemur at avspeglað tann grundhugburð og demokratiska karm, sum okkara samfelag fer at stinga út í kortið.
Um hetta er hugburðurin hjá Fólkaflokkinum - væl hjálptur á veg av Sjónvarpi Føroya, sum ikki kom við einum einasta mótspæli - verður ikki stuttligt at vera kvinna í Føroyum inn í ár 2000.
Anna Maria Joensen
Berjabrekka 127
100 Tórshavn