Er tað verri at rána ein banka enn at stovna ein banka?.

Yvirskrivtin kundi verið ein við­merking til altjóða fíggjar­kreppuna. Orðini eru úr Brecht Cabarettini – GOYM MORALIN TIL SEINNI, ið verður framførd á Tjóðpallinum í hesum døgum.

Karin Kjølbro
--------------



Tað er nýstovnaði leikbólkurin GRUGG, ið bjóðar vælkomin. Í somu løtu dyrnar lata upp til leikhøllina, er tú greið yvir, at her hendir nakað, ið ikki plagar at henda. Gjørdist nærum ovfarin. Allir sjónleikarar koma tær fryntliga ímóti og bjóða vælkomin. Sama gólvið, tú stígur inn á, er pallur og áskoðararnir sita uppeftir á báðumegin – nærum í atriumsgarði.
Hvussu skal tað byrja, tá allir leikarar longu eru á pallinum og ljós er inni? hugsaði eg, tá onki leiktjald er? Væntaði, at tey fóru útaftur fyri síðani at koma innaftur og byrja framførsluna. Jú lætt og elegant er svarið: Ljósið verður sløkt,- tað er myrkt nøkur sekund, og tá ljósið aftur verður tendrað, er leikurin byrjaður við miklum ágrýtni, sangi, tónleiki, virkisfýsni – og stundum jongleringum og akrobatikki. Sam­anumtikið jaligt energi. Eis­ini er hetta ogn í víðkanini av býar­lív­inum í Havn. Í vikuskiftinum byrj­ar framførslan kl. 10 á kvøldi, so smá­barnaforeldrini kunnu leggja børnini, áðrenn barnagentan tekur við, soleiðis at tað legst ein serligur upplivingardámur yvir kvøldið
Tær hava verið stórtøknar íbirt­ara­konurnar – Barbara Christoff­er­sen, Ria Torgarð og Súsanna Tor­­garð – at leggja lunnar undir leik­­bólkin Grugg við Bertolt Brecht, at fáa royndu sjónleikararnar Hans Torgarð og Páll Danielsen at vera við og síðani Sonju Kelhler sum leikstjóra við sínum finska spæli­manni. Hon er víðagitin sum mæt­asti Brechttulkari. Víst eru hesir sjónleikararnir nøkur av okkara allarbestu undir øllum umstøðum, Men onkursvegna gevur leikstjórin teimum eykaorku ella megi. Tey eru ikki kørg við at brúka seg sjálvan, sín kropp og sína rødd. Tað tykist at fella teimum ómakaleyst og leikandi lætt. Og so er veruleikin, at hetta eru millum kravmiklastu leiklutir á palli yvirhøvur.
Tekstirnir eru tiknir úr ymiskum leikum og tekstum hjá Bertolt Brecht, sum ofta brúkar ein sang uppií fyri at framskera boðskapin. Yvirskrivtin til hesa grein er tó tikin úr einum teksti, ið Hans so meistarliga ber fram, soleiðis skiftir Brecht ímillum ymisk amboð, so eingin skal vera í iva.
Barbara Christoffersen hev­ur fá ár á baki í mun til hini, men hon smæðist ikki burtur mill­um tey, ið frammanundan eru vorð­in fólkaogn. Ikki bert hon, men eisini hini eru í góðum sel­skapi. Tað vísti hon eisini sum trú­boð­ara­stjúkmamman við hinkubeini í Aftaná undrið .

Har var annars nógv at lata seg hugtaka av. Mær dámdi serliga væl varliga og eyma ástar­leikin við Hans og Riu eins og dansin hjá Pálli og Riu. Hetta var alt so javnt gott, at ilt er at taka dagar ímill­um, men jong­ler­ingin hjá Hansi og Pálli við stavin­um, har teir bæði fingu men­talar og likam­ligar veingir, har stav­urin sam­stundis var álitið, lyfti eisini okk­um askoðar uppfrá í kæti.
Bertold Brecht er ikki nakar hvørsumhelst. Doyði 58 ára gamal fyri meiri enn hálvari øld síðani og er kortini alsamt áhugaverdur og hugvekjandi. Listarliga nýhugsan hansara lá í at beina fyri romantikki og kenslum, ið laga seg eftir hinum einstaka. Sjónleikur skuldi ístaðin fyri undirhald eggja til skynsemi og skil og síðani fáa fólk at hugsa og taka støðu ístaðin fyri at lata seg tøla ella lata seg taka av fótum. Han hugsaði altíð politiskt – sosialistur um ein háls, og niðurstøðan var, at:
Um tey niðastu ikki hugsa um tey niðastu, so fáa tey ongatíð høvdið fyri seg.
Teksturin er ofta stuttligur og beinrakin, tí vit kenna okkum sjálvi og onnur aftur í boðskapinum.
Pallurin er so nakin hann kann verða, nakrir sodavatnskassar, ein skotskur stavur við drykkisteypi i handtakinum og ein fótboltur. Búnarnir minimalistiskir. Á henda hátt verður boðskapur Brechts eisini mest sjónligur. Einki fjas við kenslum og friðsælu. Einki uttanumtos.
Sjónleikararnir vóru á alla tíðina. Tú sást tey ikki bert framman og aftan, men eisini úr erva, og tey fylti pallin og rúmið saman við em­patiska klaverspælaranum Hans Paula Torgarð. Tøkk og prís, at tey ikki kunnu lata vera við at gera sjónleik. Tað man vera tað, ið drívur verkið.

Samanumtikið satiriskur og stutt­ligur sjónleikur um peningaligt mutur og grammleika, svik og fals. Viðurskifti, ið eru vorðin so sjón­lig undir núverandi globalu búskaparligu kreppuni. Ivist ikki í, at onkur eisini spyr: Júmen er tað ikki júst hetta, ið eisini fer fram í landi okkara, har politiska og peningaliga valdið skiftast um at leikstjørna og framføra og goyma moralin til seinni, meðan
tey niðastu ikki fáa høvdið fyri seg.