Er Tjóðveldið farið í hernað móti arbeiðarafeløgunum?

    

Tað er ógviliga hugstoytt at síggja, hvussu lagt verður eftir arbeiðarafeløgunum, nú tey eru í verkfalli. Umstøðurnar hjá teim tímaløntu verða ikki tikin uppá tunguna, men tey verða lagd undir grádigheit og ábyrgdarloysi - tað er ótrúligt at nakar skal fáa seg til tað, tí veruleikin er jú tann øvugti: nevnliga hann at tað verður gjørdur ein so grovur og skammiligur mannamunur á umstøðunum hjá teim tímaløntu og øllum øðrum, at ongin onnur stætt í samfelagnum hevði funnið seg í tí.
Tað sum kanska er mest hugstoytt, er at eisini politiskar kreftir, sum ein skuldi trúð høvdu ávísan samhuga við arbeiðarafeløgunum, stinga tey í ryggin. Her hugsi eg um Tjóðveldisflokkin. Og havi hug at spyrja, um tað veruliga er við beráddum huga, at Tjóðveldið er farið í hernað móti arbeiðarafeløgunum? Tí hvussu skulu vit annars skilja hetta:
?at mitt sum arbeiðarafeløgini sita í samráðingum um nýggjan sáttmála við arbeiðsgevararnar, so tveitir landsstýrismaður Tjóðveldisins í almannamálum ábyrgdina fyri tí fyrsta sjúkadegnum frá tí almenna yvir til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at berjast um, við tí úrslitið, at uppaftur størri munur verður millum partarnar -
?at mitt sum semingsmaðurin er komin upp í leikin, kemur landsstýrismaður Tjóðveldisins í fíggjarmálum sum ketta úr høvdatrogi, og ógildar tann undirskrivaða sáttmálan millum maskinmeistarar og SEV, sum arbeiðarafeløgini hava lagt sum grund fyri teirra lønarkrøvum -
?at formaður Tjóðveldisfloksins gevur sínum landsstýrismanni sín fulla stuðul, tá hesin fer í part við arbeiðsgevarunum og kallar lønarkravið hjá arbeiðarafeløgunum ábyrdarleyst -
?at sama dag sum semingsmaðurmaðurin boðar frá, at hann eftir 14 daga verkfall fer at kalla partarnar saman fyri at royna at fáa gongd á samráðingarnar aftur - so fer landsstýrismaður Tjóðveldisins í fíggjarmálum í útvarpið og sigur uppísaman aftur, at tað er ikki ráð til at hækka lønirnar við eini einastu krónu !!!
?at formaðurin í Unga Tjóðveldinum í vikuni skrivar eina av fúlastu fakfelagsfíggjandiligu viðmerkingunum, sum ongin fólkafloksmaður og arbeiðsgevaralakeiur kundi gjørt betri - ein viðmerking við rættiligari Høgni-Hoydalskari yvirskrift: "Kom og dyrka ónøgdina" -
?og at tjóðveldisblaðið Fregnir kemur út við síðu upp og síðu niður, um hvussu grammlig og ábyrgdarleys og samfelagsskaðilig arbeiðarafeløgini eru í teirra lønarkrøvum, og beinleiðis leggur arbeiðarafeløgini undir at vilja koyra alt vinnulív og allar Føroyar á heysin - sjálvt propagandamiðstøðin hjá arbeiðsgevarunum hevði ikki verið grovari í sínum skuldsetingum.

Tað er ikki mín lutur at meta um krøvini hjá arbeiðarafeløgunum, men tá formaðurin fyri Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at sjálvt aðalmálið hjá teimum er at minka um gjónna millum stættirnar í føroyska samfelagnum, so er tað eitt rættvíst mál og eitt rættvíst stríð, tí tað er ein so himmalvíður munur á korunum á arbeiðsmarknaðinum hjá teim tímaløntu og øllum øðrum, at hann hvørki kann ella eigur at tolast longur.
Tað er ein ólukkulig støða hjá arbeiðarafeløgunum at noyðast at taka til so álvarslig stig sum at fara í verkfall. Fyrstir av øllum eiga tey tí ikki at finna politiskar flokkar - enntá teir sum sita við hægsta politiska valdinum í samfelagnum - sum sínar høvuðsfíggindar. Tvørturímóti eiga vit at stuðla øllum royndum til at tey kunnu fáa so frægt burturúr, at semjast kann fáast millum partarnar, til gagns fyri arbeiðarastættina, fyri vinnulívið og fyri alt samfelagið.