Finnur Helmsdal, tingmaður
Útvarpið ger stundum nógv burtur úr teimum álitum, sum ymsu tingnevndirnar skriva eftir lokna nevndarviðgerð. Soleiðis var eisini, tá trivnaðarnevndin hevði skrivað álit í málinum, sum Tjóðveldisflokkurin hevði lagt fyri tingið, um at taka av lægstu fyritíðarpensión. Soleiðis at tey, sum í dag fáa lægstu fyrtíðarpensión skulu fáa eina hægri veiting.
Hetta er aðru ferð í hesum valskeiðnum, at Tjóðveldisflokkurin hevur lagt hetta mál fyri tingið, men valdi meirilutin í trivnaðarnevndini enn eina ferð at mæla tinginum til ikki at taka undir við tí. Hetta eina mest tí landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm er meira enn altráður at fáa málið felt. Fyrst og fremst tí talan er um tjóðveldisuppskot.
Meirilutin í trivnaðarnevndini skrivaði drúgt álit, har HPS mundi eiga millum 90 og 95% av orðunum. Sum umbering og sum eina roynd at flyta fokus, hevur HPS lagt eina ætlan um at fáa fólk við lægstu fyritíðarpensión út á arbeiðsmarknaðin. Til tess at røkka hesum endamáli skal Arbeiðsmarknaðardeildin á Almannastovuni styrkjast. Tá ein fer í holt við at spinna ein enda um eitthvørt, tá kunnu nógv og vøkur orð fella. Soleiðis var eisini við álitinum hjá meirilutanum í trivnaðarnevndini í nevnda áliti. Og um ikki Útvarp Føroya las álitið hjá meirilutanum á tamb. Ikki bara einaferð, men fleiri ferðir.
Minnilutin, tvs Tjóðveldis- og Miðflokkurin skrivaðu eitt minst líka langt álit, sum meirilutin gjørdi. Í tí álitinum varð skrivað, at man sjálvsagt tók undir við, at førleikaskerd skulu sleppa út á føroyska arbeiðsmarknaðin. Hin vegin skrivaði minnilutin, at hann illa dugdi at síggja sambandið ímillum at fáa førleikaskerd út á arbeiðsmarknaðin og so tað at sýta okkara allar lægst løntu eina hægri veiting. Og minnilutin skrivaði eisini um, at fólk, sum høvdu verið inni í nevndini í samband við viðgerðina, høvdu mælt til, at gjørt verður sum í Danmark 2005. Har valdi man at hækka veitingina til teirra, sum fáa lægstu fyritíðarpensión við umleið 30.000 krónum árliga. Hetta uttan at pilka við avlamisstigan. Minnilutin vísti eisini á, at tað eru gott fimmhundrað føroyingar sum fáa lægstu avlamispensión. Talið fer at hækka, tí Almannastovan hevur biðið um fleiri pengar til at avgreiða umsóknir, sum tey ikki hava megnað at avgreitt higartil.
Hesi gott fimmhundrað fólkini eru sjálvsagt ymist fyri. Nøkur eru væl gift við hjúnarfelaga, sum hevur góða inntøku, onnur eru bæði gift og hava hampuliga inntøku umframt, onnur eru ógift men forvinna so mikið, at tey klára seg. Men ein stórur partur av hesum fimmhundrað fólkunum hava púrt einki annað enn lægstu fyritíðarpensión at liva av. Og tá lægsta ikki er meira enn nakað oman fyri fimmtúsund krónur um mánaðin, so er ikki torført at ímynda sær, hvørjari støðu tey eru í.
Sleppa ikki út á arbeiðsmarknaðin
Tá Hans Pauli Strøm tosar um at fáa tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensión út aftur á arbeiðsmarknaðin, so tosar hann ikki um teir fyritíðarpensionistar, sum eru ringast fyri. Um hann er greiður yvir tað ella ei, ja, tað kann ein ikki siga nakað um við vissu. Vónandi veit landsstýrismaðurin ikki hvat hann tosar um í hesum føri. Tí ger hann tað, telist hann millum kaldastu kynikararnar í hesum landinum.
Teir fyritíðarpensionistar, sum bara hava pensiónina at liva av, eru fólk sum antin eru niðurslitin (m.a. sjómenn í 50’unum og 60’unum), sum eru illa fyri sálarliga, sum hava eitt hvørt psyko-somatiskt at dragsast við, ella eru tey oyðiløgd av onkrari misnýtslu. Felags fyri hesi fólkini er, at antin kunnu tey ikki fara út á arbeiðsmarknaðin, ella eru tey so óstøðugt arbeiðsmegi, at eingin vil hava tey. Tí er tað umsonst av bæði landsstýrismanninum og meirilutanum í trivnaðarnevndini at sýta teimum, sum fáa lægstu fyritíðarpensión eina hægri veiting við tilvísing til, at arbeitt verður við at fáa hesi fólkini út á arbeiðsmarknaðin.
Vit í minnilutanum taka sum sagt fult undir við, at so nógv førleikaskerd, sum til ber sleppa úr á arbeiðsmarknaðin. Men skulu vit gera eina leysliga, men uttan iva eftirfarandi meting, so sleppa hægst fimmti fólk við skerdum arbeiðsførleika út á arbeiðsmarknaðin komandi tvey, trý árini. Og tá er talið høgt mett. Millum hesi fimmti eru millum fá og eingi av teimum, sum hava størsta tørvin á einari hækkaðar veiting. Tí eru bæði orð og ætlanir hjá samgonguni í hesum málið beinleiðis uttanumtos.
Er Útvarpið tendensiøst
Ein situr og hugsar um, hvussu tað kann bera til, at ein almennur og óheftur fjølmiðil kann hava so tendensiøsan atburð. At tey lesa álitið hjá samgonguni á tamb, meðan álitið hjá minnilutanum bert verður lýst í einum setningi. Og tann setningurin var, at minnilutin tók undir við uttanum tosinum hjá meirilutanum. Ikki eitt orð um alt tað, sum minnilutin vísti á. Nevniliga, at málið snúði seg um at hjálpa okkara allar lægst løntu, og at tey átøk og ætlanir, sum meirilutin vísti á, ikki fóru at gagna okkara allar lægst løntu.
Nú kennir ein ikki orsøkina til hesa ótrúligu viðgerð. Kanska hevur tíðindaskrivarin ikki havt stundir at lesa meira enn meirilutaálitið. Kanska hevur tíðindaskrivarin hildið álitið hjá meirilutanum verið so spennandi, at tað ikki var neyðugt at gera nakað burtur úr tí hjá minnilutanum. Kanska hevur tíðindaskrivarin fatað álitið hjá minnilutanum sum grenj. Men kanska hevur tíðindaskrivarin medvitað vilja sett meirilutan og harvið samgonguna í gott ljós. Vit kundu hildið á við at gitt, men tíðindaskrivarin hevur í hvussu væl vitað, at eingin lurtari fór at vera førur fyri at gjøgnumskoða ella at vera atfinningarsamur. Ein falt tí eingin hevur nóg gott innlit til tess.
Líka mikið um orsøkin er gáloysni, dovinskapur, tíðartrot ella tendensiøsitetur, so er her talan um bæði villeiðandi og beinleiðis óregluligan journalistikk. Kann tað vera so galið, at ávís tíðindafólk í Útvarpinum velja at stuðla samgonguni heldur enn okkara lægstløntu?