Steypafinalan millum KÍ og Víking verður ikki ein dystur við "Barcelona"-fótbólti, men heldur ein mannfólkadystur, har menn fara til stálið, tað heldur trúgvi og drúgvi, og kendi KÍ-fjepparin, Eyðun Thorgeirsson. Eyðun Thorgeirsson hevur vónir um, at dómarin, Alex Troleis fer at stýra dystinum væl, so bæði liðini kunnu vísa sítt stríðshugaða spæl
Eyðun Thorgeirsson var til seinastu steypafinaluna hjá KÍ, sum liðið tapti ímóti B36 í 2006, men nú hevur hann góðir vónir um, at sterkasta og besta liðið KÍ hevur havt í hesari øldini kann bera fyrsta steypið heim í 17 ár.
Sjálvur fer Eyðun Thorgeirsson suður til Havnar við Smyrli fyri at verða saman við teimum bestu og mest stuðlandi KÍ-fjepparunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við Eyðun Thorgeirsson á Look North í Klaksvík týskvøldið. Hoyr eisini hvat Eyðun Thorgeirsson tippar.
In.fo og Rás2 siga beinleiðis frá finaluni um løgmanssteypið millum KÍ og Víking á Tórsvølli, sum byrjar klokkan 18 leygarkvøldið.