Eragon

Eragon er ein 15 ára gam­al drongur, sum ein dag finn­ur ein bláan stein. Hann fer við honum heim til hús­i­ni hjá pápabeiggjanum. Stei­n­urin er eitt drekaegg. Skjótt kemur ein drekaungi sum Eragon kallar Saphira.

Ein dagin verður húsið hjá Er­a­gon álopið av teim fíggindaligu Ra'zac og pápabeiggin verður drip­in.
Saman við einum gomlum søg­u­frá­sagnarmanni, ið kall­ast Brom (Jeromy Irons), fara Eragon og drekin Saphira út at hevna deyðan hjá páp­a­beiggj­a­num. Hesin Brom, gerst lær­u­meistarin hjá Eragon. Og líka sum á ferðini hjá Frodo í Ring­anna Harri, so lærir Era­gon, mangt og hvat, hann lær­ir at berjast við svøri og at ganda.

Drekareiðmaðurin
Eragon lærir um søgnina um Drek­a­reið­menni­nar í Rík­i­num og bardagin hjá tei­m­um móti ónda konginum Galb­a­torix. Eftir hetta er tað greitt , so fer hann at gerast dreka­reið­maður.
Seinni verður Eragon bjarg­að­ur av hermanninum Murtagh, ið er sonur Morzan, ið var hin fyrsti drekareiðmaðurin. Hann er seinni, í besta Star Wars stíli, endaður við at arbeiða fyri tí ónda Galbatorix.
Tá Eragon og Murtagh royna at sleppa sær til rýmingar møta tey álvakvinnuni Arya. Hon var upprunaliga vørður at drek­a­eggunum. Nú er hon eitra av monnunum hjá ­Galb­a­torix. Skal hon bjargast, er hon noydd at berjast saman við Varden, sum er seinasta styrk­in, ið berjist móti ónda kong­i­num.
Eragon, Murtagh, Saphira og Arya fara øll saman at finna Var­den, men onkur er komin við aftan á teimum.

Høvundin bert 22 ár
Eragon er bók, skrivað av bert 22 ára gamla Christopher Pa­o­li­nis. Hansara fantasy-skald­søga er fyrri partur av trimum, kall­aðar The Inheritance Tril­ogy. Tey bæði bindini, ið eru út­givin, kallast Eragon og Den ældste, útgivnar av forlaginum Se­sam. Hesar eru báðar farnar upp í toppin á sølulistinum.
Tað er eingin ivu um, at høv­und­in er alt ov inspireraður av Ringanna Harri. Her eru alt ov nógv­ar áminningar um hobbar, álvar, óndar verur, Gollum


Irons og Malkovich
Jeremy Irons spælir Broom. Hann gjørdist kendur fyri røð­ina Brideshead Revisited (Gensyn med Brideshead, 1981) og fekk tá eina Emmy-nominering, Britiska Film­a­k­ademi virðislønina og ein Golden Globe som Besti Leikari 1981. Vit kenna hann frá m. a. The House of the Spirits (Åndernes hus, 1993), filminum hjá Bernardo Bert­o­lu­c­cis Stealing Beauty (For­før­ende skønhed, 1996), Lolita (1997) seinast eg sá hann var í The Merchant of Venice (Køb­manden i Venedig, 2004).
Sum óndi kongurin Gal­b­a­to­r­ix spælir eingin annar enn John Malkovich, ið er ein teim mest kendu kar­ak­ter­leik­ar­unum frá USA. Hann kenna vit frá nógvum óførum filmum, so sum Steven Spielbergsa Em­p­ire of the Sun (Solens rige, 1987), meistaraverkið hjá Bernardo Bertolucci The Shel­t­e­r­ing Sky (Under himlens dæk­ke, 1990), hann hveur leikt í film­unum hjá so kendum fólk­um sum Michelangelo Ant­o­nioni & Wim Wenders, har hann leikti í Al di lá delle nuvole (Bag skyerne, 1995) og sjálvandi spældi hann í film­inum hjá Spike Jonze Being John Malkovich.
Leikstjórin er royndur innan vis­u­ellar effektir, tí Stefen Fan­g­meier, hveur verið við at arbeitt á filminum hjá Stev­en Spielbergs Hook (1991), Jurassic Park (1993) og Saving Private Ryan (1998). Hann hevur arbeitt fyri Wolfgang Petersen The Perf­ect Storm (2000), Doug Lim­an The Bourne Identity (Manden uden navn, 2002), M. Night Shyamalan Signs (2002), Lawrence Kasdan Dreamcatcher (2003) og Peter Weir Master and Commander (2003). Við filminum Eragon fær hann debut sum leikstjóri.

Flottur filmur, men vit kenna søguna
Hetta er í støðun ein líka so flott gjørdur filmur sum Ring­ana Harri triologiin. Tað er eitt tómrúm, nú hesir filmar eru út­send­ir í óendaligum directors cut DVD-fløgum, og nú tað er so leingi at bíða eftir næsta Harry Potter filminum, sum ikki kem­ur fyrr enn á sumri 2007.
Søgan um Eragon og bar­d­agan móti Galbatorix, hjálp­ar­nar Brom og Murtagh og álv­a­gentan Arya, minnir bara alt for nógv um ein lítlabeigga til Lord of The Rings, at eg sat og hugsaði um hendan filmin allan vegin.

3 stjørnur av 6