Erann DD:-James fekk meg til Føroya

Kendi danski sangarin Erann DD og hansara bólkur eru eitt av stóru nøvnunum á Listastevnuni, sum byrjar mikudagin. Við sær hevur hann James Olsen, ið eigur ábyrgdina av, at teir koma til Føroya.

 

Eftir at hava tingast eitt sindur aftur og fram, eydnaðist tað mær endiliga at fáa samband við Erann DD. Meðan eg siti í einum hýruvogni, ringir telefonin, og maðurin í hinum endanum eitur Erann. Eg gjørdis satt at siga so skakaður, at tað kunnu ikki hava verið pen orð, sum danski sangurin hevur sagt um undirritaðu eftir samrøðuna. Eg fekk tó tosa eitt sindur við, hóast mín danska úttala var tikin beint úr einari nútíðar danskari grillbar.

Erann er tó bæði blíður og týður, og hann hevur eisini ógvuliga føgur orð at bera James Olsen, sum spælir trummur í bólkinum hjá honum.


Eitt sindur av hvørjum

Erann sigur, at hann hevur eitt sindur av hvørjum á skránni mikukvøldið, tá hann fer á pallin í ítróttarhøllini á Hálsi.

-Tað vera løg frá mínum fyrrverandi bólkum sum eitt nú Zapp Zapp, men áhoyrarnir verða ikki snýttir fyri nøkrum av teimum nýggjaru løgunum frá teirri seinastu útgávuni, sigur Erann DD.

Her heima er hann kanska mest kendur fyri sína seinastu útgávu, men tað eru óivað fleiri føroyingar, sum kenna hann frá hansara tíð í bólkinum Zapp Zapp.

Erann DD er í løtuni sera væl umtóktar í Danmark, oghann ætlar sær eisini víðari út í heim.

-Eg havi m.a. havt eitt stórt sumarhit í norður Týsklandi, og eg havi fingið góða móttøku í hinum Norðurlondunum og í Sveiss, sigur Erann DD. ?

Erann DD leggur serliga stóran dent á, at hann veruliga dámar at spæla, og hetta ikki bara verður ein konsert, sum allar aðrar.

-Vit dáma virkuliga væl at spæla, og vit gleða okkum eisini rættiliga nógv at spæla fyri føroyingum. Okkara framførslur verður ein uppliving, eisini fyri tey, sum ongantíð áður hava hoyrt okkara tónleik, tí vit leggja veruliga nógv í hetta, sigur Erann DD.

Sjálvur kennur Erann DD einki til hvørki Clickhaze ella Chilly Friday, sum er úr Grønlandi.

-Tað einasta, sum eg kenni til føroyskan tónleik er gjøgnum James, sigur Erann DD.


Dynamiski James

Tá prátið fer at snúgva seg um James Olsen, so eru orðini føgur.

-James er ótrúliga góður hjá okkum at hava, og hann útstrálar ein ótrúliga mongd av energi, sum ikki nógv onnur megna, sigur Erann DD.

James Olsen er trummusláari hjá bólkinum, og hann roynir eisini at koma fram sjálvur, og hetta er nakað, ið Erann sigur seg vilja hjálpa honum við.

-Eg vil sera fegin hjálpa James við at koma víðari. Hetta kann m.a. gerast við at fáa tær røttu kontaktirnar, sigur Erann DD.

James Olsen sang saman við Erann DD, tá Danish Music Awards vórðu handaðar fyrrr í ár, og hetta vakti eisini ans í Føroyum. Erann DD sigur, at James verður at finna aftanfyri trummurnar mikukvøldið.

James er ein ótrúliga dynamiskur og góður persónur, og seti veruliga prís uppá hann, sigur Erann DD at enda.

Erann DD verður at hoyra mikukvøldið kl. 20.00 í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.