Erdogan umhugsar at fara til Gaza

Turkiski forsætisráðharrin, Tayyip Erdogan, umhugsar at fara til Gaza-geiran við einum turkiskum herskipi, men hann skal ikki vænta sær nakra góða móttøku frá ísraelsmonnum. -Kemur hann higar við einum turkiskum herskipi, er eingin ivi um, at tað er tað sama sum ein krígsavbjóðing, segði ísraelski heryvirmaðurin Uzi Dayan við eina útvarpsstøð hjá ísraelska herinum í gjár.

-Í hesum føri mugu vit seta eitt greitt mark, og at eitt herskip, sum fer um tað markið, verður ikki steðgað, men søkt, sigur generalmajorurin.

Turkiski uttanríkisráðharrin, Ahmet Davutoglu, segði í samrøðu við CNN í gjár, at tíðindini um, um Erdogan ætlar sær til Gaza við einum herskipi, eru ikki røtt.