Ítróttardagur verður hildin í Suðuroynni í dag og er tí eisini dansur á skránni í kvøld í Roynhøllini Tað eru miðnámsskúlanæmingar, saman við 10. floks næmingum, ið hava ítróttardag í dag.
Tá kappingar og stríð er av, endar dagurin við hugna og dansi.
Rættiliga nýggi bólkurin Ergo fer á pallin í Roynhøllini í Hvalba.
Bólkurin er samansettur av royndum og minni royndum tónleikarum, spælir blandaðan tónleik, men hevur eisini tað við, ið er frammi júst nú.