Erik ten Hag fer ongan veg

Premier League: Eftir óteljandi søgur er nú greitt, at Erik ten Hag heldur fram í Manchester United

Erik ten Hag, venjari hjá Manchester United, hevur verið fyri nógvum ákoyringum seinasta kappingarárið, men nú er greitt, at hann heldur fram sum venjari hjá Manchester United.

 

Manchester United fekk fyrr í hesum kappingarárinum ein nýggjan íleggjara í Sir Jim Ratcliffe og INEOS. Síðani hava søgur verið frammi um, at Sir Jim Ratcliffe vil hava ein nýggjan venjara.

 

Tað er tó líkt til, at Erik ten Hag fekk bjargað starvinum á málstrikuni við sigrinum á Manchester City í FA Cup finaluni. Hóast aðrir venjarar hava verið til samrøðu sambært Sky Sports, so skal Sir Jim Ratcliffe hava valt at halda fram við Erik ten Hag.

 

Manchester United endaði á 8. plássi í farna kappingarár og tað er ikki gott nokk. Sky Sports og aðrir bretskir miðlar skriva, at Manchester United nú fer í holt við eitt stórt skifti í spælarahópinum.