Eriksson slapp ikki at keypa

Svenski fótbóltsvenjarin Sven-Gøran Eriksson, sum í fleiri ár var venjari hjá enska landsliðnum, hevur ligið fram við eftir at keypa suðurafrikanska fótbóltsfelagið Hanover Park FC. Eriksson stóð á odda fyri einum bólki, sum vildi keypa seg inn í felagið, men núverandi eigarin av felagnum vil ikki taka av tilboðnum, tí hann roknar við, at felagið verður flutt og bert skal brúkast sum talentvirki hjá Erikson og hansara fólki.