Erkvisnir fullveldismenn

Løgtingsval nærkast, og Høgni Hoydal er aftur farin at spæla rolluna sum tann sakligi maðurin, sum stendur einsamallum mitt í einum meldri av ósakligum politikarum.

 

Helgi Abrahamsen


Løgtingsval nærkast, og Høgni Hoydal er aftur farin at spæla rolluna sum tann sakligi maðurin, sum stendur einsamallum mitt í einum meldri av ósakligum politikarum. Meðan hini royna at draga samfelagskjakið niður á eitt ógvuliga lágt støði, so roynir hann hvørja ferð at lyfta tað uppaftur. Í bløðunum nú um dagarnar skrivar hann, at tann støðugt vaksandi útspillingin í politiska orðaskiftinum kann ikki góðtakast.

Men kanska átti Høgni at steðga á eina løtu, og hugsað um úttalilsir hjá sær sjálvum, og egnum partamonnum.

Hvør minnist ikki tá Høgni bað andstøðuflokkarnar velja, um teir vildu vera í parti við føroyingum ella við donsku stjórnini? At vera í parti við føroyingum, var at taka undir við fullveldismálinum, meðan tey sum høvdu eina aðra áskoðan, vóru í ?fíggindans parti?.

Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins segði tað meira ítøkiliga, tá hann á tingsins røðarapalli kallaði ein andstøðuleiðara fyri landasvíkjara. Men tað hevur Høgni eftir øllum at døma longu gloymt, tí nú skrivar hann soleiðis: ?Tey fara enntá so langt sum at leggja onnur undir at hava ákært tey fyri landasvik o.a. ? hóast ongin hevur tikið slíkt uppá tunguna.? Jú stutt er minnið, tá útspillingin vendir tann ?rætta? vegin.

Tann 24. august í ár skrivaði ein fyrrverandi skrivari hjá Tjóðveldisflokkinum soleiðis í bløðunum: ?...skjóti eg upp, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í felag leggja fram lógaruppskot um at øll fullveldisfólk skulu bera eitt frámerki á sýniligum stað (t.d. eina gula stjørnu). Hetta hevði tænt Ríkinum væl at fingið markað hesar samansvornu landasvíkjarar, og hevði eisini lætt um tá teir skulu avrættast.

Eitt fólk - eitt Ríki!?

So Høgni: Byrja við tær sjálvum og tínum egnu ? har er nokk at tríva í.