Erla er framvegis ein perla

5-mannafør kvinnur: Firvaldur hevði eina løtu hug at bjóða av, men so hefti einki fyri teimum úr Fuglfirði

Seinastu árini hevur Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði verið suveren í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Soleiðis vísti tað seg eisini at vera í dag. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Erla Kongsdóttir meiri enn eina bátslongd undan Firvaldi av Tvøroyri.

 

Firvaldur hevur seinnu árini ofta staðið seg væl í kappingini millum 5-mannafør við gentumanning. Nú bjóðar Firvaldur av í kappingini millum kvinnurnar, og í startinum var Firvaldur heilt væl við. Tað var Blikur av Argjum eisini, men skjótt vóru tað Erla Kongsdóttir og Firvaldur, sum løgdu seg framum hinar bátarnar.

 

Í fyrsta FM róðrinum er røðin tilvildarlig skilt á tann hátt, at tað er við lutakasti, at bátarnir verða plaseraðir. Í dag var heilt langt millum Firvald, sum var úti á fjørðinum, og Erlu Kongsdóttir, sum róði undir Skálalandinum.

 

Á málinum vóru tað tvær bátslongdir frá Erlu Kongsdóttir og aftur til Firvald. Blikur vann bronsukappingina. Kvinnurnar av Argjum vóru meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri Firvald. Tekla úr Klaksvík vann kappingina um fjórða plássið við Tjaldrið. Tað var um reppið, at Tekla misti fjórða plássið, tí tær úr Klaskvík løgdu inn, áðrenn tær komu á mál, men so spentu tær í aftur.

 

 

 

5 MANNAFAR KVINNUR

 

 

 

NavnNr.TiðStigGultReytt
Erla Kongsdóttir105:53.00700
Firvaldur205:58.32600
Blikur306:05.03500
Tekla406:08.06400
Tjaldrið506:10.08300
Malunarhav606:12.31200
Tambar706:13.01100
Báran806:16.36000
Spógvin906:19.45000
Junkarin1006:23.35000
Falkur1106:30.21000
Tarvurin1206:40.25000