Erla fann flogið aftur

5-mannafør kvinnur: At Tekla úr Klaksvík eisini var undan Firvaldi, sum hevur vunnið seinastu ferðirnar, ber við sær, at FM kappingin er víðopin

Seinastu fleiri ferðirnar hevur Erla Kongsdóttir ikki verið at kent aftur, tá ið havt verður í huga, hvussu væl tær úr Fuglafirði hava staðið seg undanfarnu árini og eisini tíðliga í ár.

 

Firvaldur hevur verið drúgvastur seinastu ferðirnar, og tær av Tvøroyri vórðu roknaðar at vera favorittar undan dagsins róðri á Miðvági.

 

Men soleiðis tørnaði tað ikki út.

 

Erla Kongsdóttir var í gamla og eyðkenda lagnum, Erla Kongsdóttir legði seg skjótt á odda, og flogið hjá kvinnunum úr Fuglafirði var tað besta ímóti lotinum, sum als ikki er tað nú, sum tað var fyrr í dag, tá ið tað varð neyðugt at útseta barnaróðurin til í morgin.

 

Tað var ein stór bátslongd frá Erlu Kongsdóttir og aftur til Teklu, og frá Teklu og aftur til Firvald var tað bara ein skutur.

 

Nú eru Erla Kongsdóttir og Firvaldur stavn um stavn í FM kappingini við 32 stigum í part. Tað ber við sær, at sannlíkindini eru heilt góð fyri, at FM vinnarin ikki verður funnin fyrr enn á ólavsøku.

 

 

 

Erla Kongsdóttir05:14.27700
2Tekla05:17.34600
3Firvaldur05:18.37500
4Tjaldrið05:22.15400
5Tambar05:31.06300
6Blikur05:32.03200
7Malunarhav05:36.17100
8Spógvin05:39.05000
9Báran05:42.03000
10Tarvurin05:44.08000
11Ritan05:49.20000
12Junkarin05:51.34000