Eftir sigurin á Norðoyastevnu var tað so sjálvsagt, at Erla Kongsdóttir var favorittur, tá ið kappróður fyri stórari viku síðani var í Hvalvík. Men ta ferðina eydnaðist tað ikki kvinnubátinum úr Fuglafirði at vinna.
Leygardagin var eingin ivi, tá ið kappróður var á Skálafjørðinum. Erla Kongsdóttir vant burtur úr kappingarneytunum, og á málinum var munurin aftur til Drekan tvær bátslongdir. Drekin var í stórari kapping við Firvald og Blik um næstfremsta plássið.
Sigurin hjá kvinnunum úr Fuglafirði var merkisverdur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kappróður í tí líki, sum hann síðani hevur verið, at Erla Kongsdóttir hevur vunnið á Eystanstevnu.
Sigurin var dyggari hesa ferð, enn hann var, tá ið Erla Kongsdóttir vann á Norðoyastevnu. Ta ferðina var fjarstøðan aftur til Drekan fimm sekund. Leygardagin var munurin aftur til Drekan meiri enn seks sekund.
1 Erla Kongsdóttir 05:24.00
2 Drekin 05:30.07
3 Firvaldur 05:31.23
4 Blikur 05:32.21
5 Havfrúgvin 05:44.12
Støðan
1 Erla Kongsdóttir 20
2 Drekin 19
3 Firvaldur 14
4 Blikur 13
5 Havfrúgvin 9