Erla Kongsdóttir. Hetta bátanavnið hevur verið nevnt í kappróðrarhøpi óteljandi ferðir síðsta árið. Erla Kongsdóttir vann nevniliga gentubólkin óvanliga sannførandi við fimmannaførum í fjør, og góða gongdin heldur bert áfram. Nú kunnu tær kalla seg Føroyameistarar í liðkappingini hjá kvinnum í innióðri.
Erla Kongsdóttir úr ÍF Kappróðri vann greitt við tíðini 10.37. Gentumanningin hjá Bliki kom næst á mál við tíðini 11.12.1, og kvinnumanningin hjá Teistanum úr Argja Róðrarfelag gjørdist nummar trý við tíðini 11.32.7