Tað gekk, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust á jóansøku í Vági.
Sílið hjá Havnar Róðrarfelag og Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði kappaðust um fremsta plássið, meðan hinir bátarnir á ongan hátt vóru við í kappingini um fremsta plássið.
Erla Kongsdóttir var tann drúgvari av teimum báðum, sum kappaðust um sigurin.
Tær úr Fuglafirði vóru eina hálva bátslongd ella so undan Sílinum. Harvið er Erla Kongsdóttir stórfavorittur at vinna FM.
Jallurin var bestur í kappingini um bronsuplássið. Teistin var eina bátslongd aftari, og so var heilt langt aftur til Blik.
1 Erla Kongsdóttir 06.13.26
2 Sílið 06.15.02
3 Jallurin 06.26.47
4 Teistin 06.29.20
5 Blikur 07.02.32