Bestu badmintonleikararnir í landinum hittust til einstaklingakapping í Badmintonhøllini í Havn um vikuskiftið.
Hjá monnunum varð tað enn einaferð staðfest, at Erland Poulsen er besti badmintonleikari, sum føroyingar eiga.
Hann royndist alt ov knáur hjá hinum at gera nakað við og hann fór ósigraður gjøgnum kappingina sunnudagin.
Jógvan Joensen, kappingarleiðari, sigur við Sosialin, at tað er ein veruleiki, at Erland er væl betri enn hinir leikararnir her á landi, og skal hann hava kapping, so má hon koma aðrastaðni frá.
? Erland er ein serstakliga góður leikari, og sum úrslitini vísa, so vann hann allar dystirnar, og hann tapti bara tað eina setti ávegis móti sigrinum, sigur Jógvan.
Ingun skadd
Hjá kvinnum hevur tað verið so, at Ingun Hansen úr Stráluni hevur verið tann, sum hinar hava runnið aftaná.
Hon hevur verið besti leikarin her á landi, men fyri stuttum var hon so óheppin at fáa ein snudd í aðra hondina.
Hóast tað royndi hon at spæla um vikuskiftið, men eftir lítlari løtu staðfesti hon, at tað var ikki ráðiligt, og tí gavst hon. Hetta hevði so við sær, at »nýggjur« vinnari skuldi finnast hjá kvinnum.
Henda møguleika fangaði Elin Jacobsen, sum vann allar hinar dystirnar. Hon fór sostatt ósigrað gjøgnum kappingina.
Ov lítið sett við
Stóri trupulleikin hjá badmintonítróttini í Føroyum er tí, at tilgongdin er ov lítil.
Ov langt er ímillum nýggju leikararnar, og tað viðgongur Jógvan Joensen eisini.
Kortini heldur hann, at tað nú sær betri út, tí í fleiri bygdum er av álvara komið lív í badmintonítróttina, og sambært hann, er tað serliga hugaligt tá talan er um bygdir, har ítróttin ikki fyrr hevur verið so kend.
? Hygg at Vestmanna til dømis. Har eru fleiri ungir leikarar á veg fram, og megnað vit at halda teimum til, so beri eg ikki ótta fyri menningini, sigur Jógvan Joensen, sum eisini vísir á, at í Vágunum og í Fuglafirði er gongd við at koma í badmintonspæli.
Stórt arbeiði
Jógvan sigur orsøkina til hesa brádligu menningina í eitt nú Fuglafirði og Vestmanna vera, at tveir royndir leikarar eru fluttir til bygdar, og at teir síðani hava lagt doyðin á fyri at menna badmintonspæli á staðnum.
? Men tað er slíkum fólki vit hava brúk fyri skal gongd koma á menningina, sigur Jógvan.
Menning tekur tíð, og tað ber sum kunnugt ikki til at ganda ein árgang inn ímillum onkustaðni, og tí má náttúran fylgjast.
? Tað er tí tað verður so tungt at koma afturumaftur. Vit mistu - av ymsum ávum - nógvar leikarar í kreppuárunum, og tað skal eitt ordans hál til fyri at koma aftur í sama stað, sigur Jógvan Joensen.
Men sum skilst, so eru tey, sum vara av badmintonítróttini í Føroyum í fer við at hála innaftur eftir seinasta nótakast eftir nýggjum leikarum.
Sum vera mann skal góðskast áðrenn tað sæst hvat spyrst burturúr, og ofta tekur slíkt góðskingararbeiði tí, áðrenn úrslitið dagar undan.