Erling aftur í Gøtu

Erling Jacobsen skal komandi mánaðin spæla við Víkingi. Leygardagin var hann í byrjunaruppstillingini, tá NSÍ vitjaði í Sarpugerði. Jacobsen røkti plássið sum vongverji í vinstru. Hann hevur seinastu tvey árini búð í Danmark, har hann millum annað var knýttur at hópinum hjá FC Amager. Tá felagið fór á húsagang, skifti hann til Frem. Erling Jacobsen skal spæla komandi sjey landskappingardystirnar fyri Víking, áðrenn hann fer aftur til Danmarkar.